Í kvøld fara tey aftur í 80'ini í Hoyvík

Sætta árið á rað eru øll atgongumerkini rivin burtur til dansitiltaki 80'ini umaftur, sum verður í Hoyvíkshøllini í kvøld. Tað er hondbóltsfelagið H71, sum skipar fyri tiltakinum, sum er vorðið fastur táttur í februar mánaði á hvørjum ári.

 

Talan er um eitt kvøld fyri øll tey, sum vóru ung í 80-unum, og tey sum bara halda 80'aratónleik vera tað allarbesta.

 

Tað verða aftur hesaferð Showmwenn, sum fara á pall at spæla kend og dansiglað løg, meðan Niels og Finn Jensen, sum vóru plátuvendarar í 80'unum spæla 80'arahitt oman á 80'arahitt.

 

Endamálið við tiltakinum er at savna pening til, at børn og ung, sum leika við H71, fara til stóru altjóða hondbóltskappingina Partillecup í summar.