Føroyska útisetakórið Mpiri spælir í kvøld fyrstu sýning av operaini “Alverden God Nat” á Takkelloftet á Kongaliga Sjónleikarhúsinum í Keypmannahavn.
Seinastu tíðina hevur Mpiri vant saman við leikbólkinum Figura, og í kvøld er stóra løtan, har tey skulu á pall.
Tað er leikbólkurin Figura, ið stendur fyri operaini "Alverden god nat", ið er nýskrivað. Operain er um skiparan Jens Munk, ið tríggjar ferðir roynir at finna eina nýggja leið til Kina. Operain fyrigongur í 1619, og er tað Kong Christian IV, ið sendur Jens Munk skipari við skipinum Unicorn fyri at skaffa konginum størri ríkidømi.
Mpiri hevur leiklut sum hart roynda skipsmanningin, á skipinum hjá Jens Munk skipara.
Mpiri hevur ongantíð ræðst at gingið nýggjar leiðir, eitt nú framførdi kórið saman við tónleikabólkinum Afenginn á G! í fjør, og bæði á konsertum og fløgum hevur kórið roynt spennandi leiðir líka síðan tað varð sett á stovn.
Til ber at lesa meira um operaina á mpiri.org. Operain verður sýnd í kvøld og fram til fríggjadagin 17. januar 2014.