- Ikki besta málið eg havi skotið

(Video) Saksasparkið hjá Arnbirni Hansen í gjár er ikki besta málið hann hevur skotið

Talan var av sonnum um eitt framúr mál, tá Arnbjørn Hansen javnaði til 3-3 móti NSÍ, sum annars var á odda 3-0 eitt skifti í seinna hálvleiki. Arnbjørn Hansen skoraði hattrick í dystinum.

 
Les eisini: Toppskjúttarnir væl fyri

Avgjørt flottasta málið kom stutt fyri tíð, tá framherjin leyp uppfrá og saksasparkaði bóltin í málið til 3-3. Í longduleiktíðini skoraði Arnbjørn so sítt triðja mál og sendi sundalagsmenn víðari til hálvfinaluna.

 

Les eisini: Ongin endurtøka av steypafinaluni

 

-       Bólturin liggur perfekt til hatta sparkið, so tað er bara at royna, sigur Arnbjørn Hansen um málið, ið tyrggjaði EB/Streymi longda leiktíð í fjórðingsfinaluni móti NSÍ í gjár.

 

Les eisini: Jónas Tór Næs um 4-3 dystin móti NSÍ

 

Hóast málið er avbera flott, so er talan ikki um besta málið hjá Arnbirni – sambært sær sjálvum.

 

-       Nei, eg haldi ikki hatta er tað besta. Eina ferð skoraði eg móti B36 frá baklinjuni. Tað er tað besta málið eg havi skotið, sigur Arnbjørn Hansen, sum tó leggur afturat, at hetta eru tvey tey bestu málini hjá honum.

 

Tað málið ber til at síggja við at trýsta HER (Tað er málið til 2-0, sum kemur á áleið 2:30)