Tað upplýstu keldur í týsku stjórnini fyri tíðindastovunum AFP og Reuters leygardagin.
Talan er um sonevnd phishing-álop móti samskiftispallinum Signal.
Álopini vóru eftir øllum at døma vend móti tinglimum úr ymsum flokkum, ráðharrum og eisini embætisfólkum, diplomatum og journalistum.
Týska stjórnin hevur higartil ikki gjørt viðmerkingar til, hvussu nógvir politikarar og almenn starvsfólk hava verið rakt av álopunum.
Sambært miðlinum Der Spiegel eru í minsta lagi 300 kontur kompromitteraðar, skrivar AFP.
/Ritzau/











