Útiseti
Fremsta orsøkin til, at Ingi Højsted í fjør valdi at koma aftur til Føroya, vóru mongu skaðarnir, sum støðugt argaðu føroyska spælaran í Arsenal. Skaðar, sum seinasta árið høvdu við sær, at Ingi ongantíð av álvara kom í ta venjingarstøðu, sum er krav í einum enskum stórfelag.
Í fjør gekk tó øðrvísi betri. Við B36 var hann partur av liðnum, sum gjørdist føroyameistari. Ingi varð eftir kappinginarárið kosin sum ársins stjørnuskot í føroysku landskappingini, og hann megnaði eisini at bíta seg fastan á landsliðsmiðvøllin. Alt avrik, sum tilsamans førdu til eina endurupplívan av yrkisdreyminum, tá Birmingham seint í fjør gjørdi sáttmála við Inga.
Síðani hevur Ingi vant við Birmingham, men stutt fyri jól fekk hann ein lítlan hvøkk. Hetta tá teir í felagnum eftir lokna venjing runnu nakrar stuttar spurtir.
- Talan var tíbetur ikki um sama slag av skaða, sum Ingi fyrr hevur havt trupulleikar av. Hann fekk frí í nakrar dagar, og tað hevur loyst trupulleikan, sigur Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Inga.
Eftir at fyrsti mánaðurin bert hevur boðið upp á venjing hjá Inga, vónar føroyski spælarin nú, at dystir eisini koma á skránna. Spæliloyvið varð flutt til Onglands um ársskiftið, tá sonevnda transfer-vindeygað aftur læt upp, og tí kann Ingi nú spæla dystir fyri nýggja felagið. Eisini í Premier League, um boð verða eftir honum.
Í fyrsta umfari er tó væntandi, at talan verður um dystir á eykaliðnum. Hesir skulu mánadagin spæla móti Manchester City, og so verður spennandi at síggja, hvørt Ingi verður í hópinum til tann dystin.