Nakað eftir klokkan 01 í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur helst hevði brotið inn í ein handil í Havn.
Tað vóru fólk hjá Ansni, sum hiildu, at alt ikki var, sum tað átti, og at onkur óboðin var inni í handlinum.
Tá løgreglan kom á staðið, funnu tey eina slóð at elta, og tað vísti seg, at hetta gav úrslit.
- Brotið varð inn gjøgnum høvuðsdyrnar. Ein góðan hálvan tíma seinni fann ein hundur hjá okkum innbrotstjóvin.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at viðkomandi, sum hevði brotið inn, er í varðhaldi í løtuni og verður skuldsettur fyri innbrot og tjóvarí.
Sum skilst á løgregluni, hevði viðkomandi stolið úr handlinum.
- Her eru vakmyndatól, og tá handilin letur upp í morgun, fara vit at hyggja neyvari eftir, um síggjast kann, hvat gekk fyri seg.
Vaktleiðarin legði aftrat, at helst er alt funnið aftur, sum tikið er úr handlinum í Havn, sum var fyri innbroti í tíðliga nátt.