Jóan Símun Edmundsson heldur við Íslandi til HM, sum byjar hósdagin í Russlandi. Føroyingurin í Arminia Bielefeld hevur millum annað spælt saman við einum av íslendsku spælarunum.
Hann væntar tó, at Argentina kann fáa tað torført til HM-endaspælið, tí verjan ikki stendur mát við góða álopið, meðan Brasil vinnu HM.
In.fo: Hvørjum heldur tú við til HM og hví?
Jóan Símun: Eg haldi við Íslandi til HM. Eg haldi við teimum, tí at eg haldi at tað er fantastiskt, at teir hava megnað at spælt seg til endaspælið. Eg vóni, at teir fáa nøkur góð úrslit. Eisini haldi eg tað er stuttligt at fylgja teimum, tí eg havi spælt saman við Jón Daði Bödvardsson í Viking. Har hevði hann heldur tørført við at fáa fasta spælitíð. Síðani hevur yrkisleiðin bara gingið ein veg. Nú spælir hann fast við Reading í The Championsship í Onglandi.
Hvussu fert tú at fylgja við HM?
Eg fari nokk at sita heldur nógv frammanfyri sjónvarpinum.
Hvør væntar tú vinnur HM?
Brasil
Hvat HM endaspæl minnist tú best og hví?
Eg minnist væl HM í 1998, hóast eg ikki var so gamal tá. Serliga málríku dystirnir hjá Danmark móti Nigeria og Brasil, standa sterkt í minninum.
Hvørjum spælara væntar tú tær mest av?
Neymar!
Hvør spælari og hvat fyri land væntar tú floppar?
Eg havi ein mistanka um, at Argentina kunnu fáa eitt skuffandi HM. Teirra verja stendur ikki mát við teirra framúrskarandi álop. Og tí vænti eg teir kunnu skuffa. Og um teir ikki eydnast, vilja flestu eygu verða vend ímóti Lionel Messi, um hann ikki livir upp til sín næstan ómenniskjasliga høga standard.
Les eisini: - Salah floppar til HM (Fríðin Ziskason)
Les eisini: - Tendri sjónvarpið so skjótt eg komi heim (Rannvá B. Andreasen)