Jákup er klaksvíkingur, sonur Malvinu, f. Steffensen (1896-1991) úr Árnafirði, og Jákup Joensen (1892-1953), bónda í Gerðum í Klaksvík. Jákup er næstelstur av teimum tilsamans 10 børnunum hjá Malvinu og Jákupi, sum eru: Jógvan (Gerðalíð), Jákup, Solborg, Absalon, John, Erland, Benjamin (Benni), Karla, William (Willi). Yngst var ein drongur sum livdi heitt stutt. Erland, Absalon og John eru deyðir.
Jákup er giftur Steinvør, dóttir Olevinu og Heina Heinesen úr Kunoy. Tey eiga trý børn: Leivur,
Ingun, og Anna Maria. Næstelsta barnið, Heini, føddur í 1951, doyði bert 9 mánaðir gamal.
Í nøkur ár sigldi Jákup við fiskiskipum, til hann í 1948 byrjaði at sigla við posti fyri Hugo Gardar. Har var hann til 1970, tá hann fór at sigla við Ternuni um Leirvíksfjørð.
Tað, sum Jákup helst er best kendur fyri, eru hansara smáu, men stuttligu viðmerkingar, sum altíð fingu láturin at runga, tá hann kom at krevja pening frá ferðafólkunum.
Jákup hevur verið av raskastu monnum, hann er kendur fyri at verða framúr kvikur maður, og á fjalli kom eingin honum nær í hegni og skjótleika. Í sjómansskapi var hann millum teir frægastu. Hann legði ofta nógv fyri, tá tað galt um at fáa post og vøru í land á brimplássum.
Steinvør og Jákup búgva í dag á Røktarheiminum í Klaksvík.
-red