Jákup kann stórfegnast aftaná stórsigur á Skála (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjararnar hjá B68 og Skála seta orð á 7-2 stórsigurin hjá B68 á Skála

##med2##

 

B68 setti eld á niðurflytingarstríðið við einum rimmar stórsigri á Skála á Svangaskarði í dag. Heili 7-2 endaði tað til B68, ið nú bert er eitt stig frá NSÍ, ið er triðaftast við 15 stigum.

 

B68 – Skála 7-2 (3-2)

 

1-0: Aidan Liu 8.

 

2-0: Mohamed Samba 20.

 

2-1: Uros Stojanov 27.

 

2-2: Kristian Martin Jakobsen 37.

 

3-2: Hjalti Strømsten 40.

 

4-2: Mohamed Samba 73.

 

5-2: Sebastian Lau Nielsen 76.

 

6-2: Hugin Samuelsen 78.

 

7-2: Hugin Samuelsen 84.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra høvuðsvenjararnar, Jákup á Borg hjá B68 og Michael Bjørn Nielsen hjá Skála seta orð á dystin. 

 

- Hóast vit vóru á odda við einum máli eftir fyrra hálvleik, so var avrikið ikki gott. Eftir steðgin var tað væl betur. Skála pressaði okkum leingi væl, men tá ið tað eydnaðist at økja um leiðsluna, gekk tað av álvara skjótt, og vit eru sera fegnir. Nú skulu vit vestur í Vágar, og vit vita, at tað ræður um hart arbeiði og at vit eru tilvitaðir um, at tað er langt á mál, og at útgangsstøði er, at vit renna nógv og vinna nærdystirnar, sigur B68 venjarin Jákup á Borg.

 

- Vit reistu okkum og svaraðu aftur eftir at hava verið aftanfyri 2-0. At teir vunnu 7-2 sigur, at korthúsið at enda heilt datt saman. Tað havi eg ábyrgdina av, og tað harmist eg vegna spælararnar og felagið um. At vit megnaðu at skora tvey mál á útivølli átti at borið stig við sær, men soleiðis endaði tað ikki. Nú ræður um, at vit reisa okkum og leggja hetta av okkum,  tá ið vit fyrireika okkum at fara í Gundadal at hitta B36 fríggjakvøldið, sigur Skála venjarin Michael Bjørn Nielsen.

 

 

 

Samrøður: Jákup á Borg og Michael Bjørn Nielsen

Samrøður: Jákup á Borg og Michael Bjørn Nielsen