Jaspur Vang atkvøddi ikki

- Illgitingarnar ímóti mær eru bæði skeivar og misskiltar, sigur Jaspur Vang, sum hevur verið varamaður hjá Johan Dahl á Løgtingi

Sambandsflokkurin
 
 - Illgitingarnar ímóti mær eru skeivar.
Jaspur Vang, sambandsmaður í Suðuroy og varalimur hjá Johan Dahl á Føroya Løgtingi, sigur, at tað er onki hald í illgitingunum hjá formanninum í Suðuroyar Sambandsfelag.
Í hinari greini her á síðuni, sigur Jan Haldansen, formaður í Suðuroyar Sambandsfelag, at tá ið nýggjur formaður skuldi veljast fyri sambandsflokkin fríggjakvøldið, fekk Johan Dahl ikki so frægt sum fulla undirtøku frá teimum suðuroyingum, sum møttu á landsfundinum. Hann sigur, at  umboðini av Tvøroyri, Jaspur Vang og Marjun Olsen, vildu ikki stuðla Johan Dahl, hóast Suðuroyar Sambandsfelag hevði gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa undirtøku fyri Johan Dahl og hevði gingið á odda at stilla hann upp.
 
Grundarleyst og misskilt
Jaspur vang sigur, at her er talan bæði um grundarleysar illgitingar og um beinleiðis misskiljingar.
- Veruleikin er, at eg atkvøddi slett ikki á landsfundinum, sigur Jaspur Vang.
Hann vísir á, at Suðuroyar Sambandsfelag hevði fimm atkvøður á landsfundinum. Men tey vóru seks umboð fyri felagið á fundinum.
- Og eg var so tað sætta umboðið og sostatt hevði eg ikki atkvøðurætt og sostatt heldur onga atkvøðu. So einfalt er tað,  sigur Jaspur Vang.
Annars sigur  hann, at hann er fullvísur í, at Johan Dahl fekk allar tær fimm atkvøðurnar hjá Suðuroyar Sambandsfelag.
Hann váttar eisini, at Johan Dahl hevði fullan stuðul frá Suðuroyar Sambandsfelag.
- Tað hevði hann tryggja sær á fundi frammanundan og soleiðis var tað, tí hann fekk allar atkvøðurnar, sum Suðuroyar Sambandsfelag hevði at ráða yvir.
Annars mælir Jaspur Vang nú til, at sambandsfólk í allari Suðuroy samstarva og standa saman um sambandsflokkin, tí hvørki flokkur ella hugsjón standa og fella við einum manni.
Hann sær sostatt als ikki svart upp á framtíðina hjá sambandsflokkinum í Suðuroy, tí hann ivast ikki í, at flokkurin framvegis hevur dygga undirtøku.
Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á Marjuni Olsen, av Tvøroyri, áðrenn blaðið fór til prentingar.