- Hetta hevði ikki droymt um.
Tað kemur púra óvart á Jenis av Rana, at fútin nú ætlar at ákæra hann fyri at hava brotið sína sína skyldu sum kommunulækni.
Tað skal hann hava gjørt, tá ið ið ein blaðung genta var í viðtalini hjá honum og fortaldi honum, at hon varð blivin kynsliga misbrúkt av pápanum.
Men hóast Jenis av Rana fekk hetta at vita í viðtalini, læt hann vera við at boða barnaverndini frá, hóast kommunulæknar hava skyldu at boða frá slíkum, sigur fútin.
Upprunaliga var tað eisini ein spurningur um hann hevði brotið sína tagnarskyldu við at hava tosað við onnum um, hvat gentan skal hava sagt, men Jenis av Rana verður ikki ákærdur fyri nakað í hesum sambandi.
- Eg eri ómetaliga fegin um, at fútin hevur ásannað, at onki er í skuldsetingunum um at eg skal hava brotið tagnarskylduna, tí hon hevur stóran týdning fyri meg, bæði sum lækni og sum politikari,
Ikki droymt um
Eftir stendur so, at Fútin ætlar at ákæra hann fyri at hava brotið fráboðanarskylduna.
Hetta hevði Jenis av Rana ikki droymt um.
Og hann tvíheldur um, at hann er púra ósekur.
- Ongin hevur verið inni í míni viðtali og fortalt mær um kynsligt misbrúk, leggur hann dent á.
Ongin hevur fortalt mær nakað, sum hevur givið mær illgruna um kynsligt misbrúk, leggur hann afturat.
Í viðtalini hevur hann heldur ongantíð tikið onnur atlit enn tey hjá sjúklinganum.
Tí er hann eisini púra sannførdur um, at hann verður fríkendur.
- At fútin bara vil hava meg at betala bót, sigur kanska eitt sindur um, hvussu vís tey eru í teirra sak.
Jenis av Rana staðfestir, at hevði hann fingið kunnleika um nakað slíkt, hevði hann ikki ivast í at boðað bæði barnaverndini og løgregluni frá
- Tað hevði verið mín skylda eftir lógini og tað hevði verið mín moralska skylda, sigur hann.
- Men sostatt vil fútin hava Føroya Rætt at døma meg fyri eina vitan, sum eg ikki havi havt.
Ein hørð tíð
Tað eru næstan tvey ár síðani, at málið kom upp og Jenis av Rana sigur, at fráboðanin um ákæruna er tað fyrsta, hann nakrantíð hoyrir frá fútanum.
Jenis av Rana heldur, at hetta hevur verið harðari fyri familjuna, enn tað hevur verið fyri hann sjálvan.
- Eg eru sálarliga sterkur, men hetta hevur verið eitt hart trýst, serliga hjá mínum næstringum hevur hetta verið ein hørð tíð.
Hinvegin leggur hann afturat, at hetta hann nú er ómetaliga fegin um, at tað loksins eru útlit fyri, at hetta málið nú fær ein enda.
Jenis av Rana sigur, at annars væntar hann ikki at hann verður førur fyri at røkja sítt kommunulæknastarv til fulnar teir næstu dagarnar og tað hevur hann boðað fakfelagnum frá.
- Eg havi brúk fyri einum ”time out” . Eg má bara fáa stundir at fáa tað ringasta afturum, men eg vænti, at um nakrar dagar eri til arbeiðis aftur, sum vant.
Annars heldur hann ikki upp á nakran máta, at hetta hevur skaðað hansara umdømi sum kommunulækni.
- Sjúklingarnir hava ikki vent mær bakið. Tvørturímóti er gravgangur eftir at fáa meg til lækna, men eg havi ov nógvar sjúklingar frammanundan og tí verðið eg hvønn dag noyddur at vísa sjúklingum frá mær, tí eg fái ikki tikið fleiri.
Verður verandi í Løgtinginum
Hinvegin er eisini greitt, at Jenis av Rana ætlar sær ikki at leggja løgtingssessin frá sær av hesum.
Hann sigur, at hetta hevur onki sum helst við hansara starv sum politikari at gera og hann dugir ikki at síggja nakra orsøk til at fara úr tinginum av hesi orsøk.
Hinvegin heldur hann tað er vandi fyri, at hetta kann hava verið eitt bakkast fyri hann sum politikari.
- Á løgtingsvalinum hesuferð lá eg á markinum til at fella og hetta málið kann hava elvt til, at eg havi mist atkvøður, tó at eg eri væl nøgdur við úrslitið.
Les eisini greinina: Løgtingið taka órinið frá Jenis