Málini eru skolað ígjøgnum hjá KÍ, og nú er aftur neyðugt at skifta miðverju. Í fjórðingsfinaluni í steypakappingini vóru Aleksander Djordjevic og Ove Nysted miðverjar. Nú eru teir báðir burtur frá. Djordjevic er ikki komin fyri seg enn eftir fótliðsskaðan 4. mai, og Ove Nysted varð so mikið illa skaddur í fótinum ímóti B36 sunnudagin, at hann skal binda frið í tvær vikur, verður sagt úr Klaksvík.
Málverjin, Kartin Joensen, hevur eftir samanstoyt í ódnarveðrinum ímóti B36 havt trupulleikar. Hann vandi ikki fyrrapartin av vikuni, men hann var vandi hóskvøldið og verður við í morgin. Liðformaðurin, Allan Joensen, var leikbannaður ímóti B36 og er tøkur aftur.
Hjá VB eru tríggir spælarar burtur frá. Mikael í Lágabø fekk spark í skinnabeinið ímóti B36 og er ikki komin fyri seg, og Jón Gørdbo hevur bruna í skinnabeininum og hevur ikki vant síðstu vikuna. Miðverjin Dejan Nikolic er leikbannaður eftir útvísingina ímóti B36.
Bjarni Johansen verður í VB málinum í Klakvík. Hann var fyrstu ferð við VB í Klaksvík í 1988. Síðani hevur hann verið hvørja ferð burtursæð frá í 1990, tá ið Egil Steintórsson vardi málið, og í 1993, tá ið hann var í Århus. Í fjør megnaði hann at halda tætt, hóast KÍ trýsti. Dýra biðjudag megnaði hann eisini at halda tætt, tá ið B36 var á Vágseiði. Tá var úrslitið 0?0. Tveir dagar seinni vann B36 7?1 í Klaksvík, men vágbingar vilja ikki hoyra talan um, at teir nú eru favorittar ímóti KÍ.
Í Klaksvík siga teir, at tað var eitt sindur óhugaligt at venja fyrst í vikuni, men nú er lagið aftur, sum tað skal, burtursæð frá at tað altíð er harmuligt at síggja burtur frá lyklaspælarum.