Kórið hevur ferðast um allan heim, men fleiri limir í kórinum halda framvegis, at Føroyaferðin í 1995 var nakað heilt serligt. Tí gleða teir seg at koma aftur Kallakór Reykjavíkar vitjar í Føroyum og hevur tríggjar konsertir í
jólaføstuni. Fyrsta konsertin verður leygardagin 1. desember klokkan 17 í
Christianskirkjuni í Klaksvík. Sunnudagin 2. desember verða tvær konsertir,
ávikavíst klokkan 16 og klokkan 19 í Vesturkirkjuni í Havn.
Kórið syngur advents- og jólaløg, men síðan 1993 hevur tað mest sum á hvørjum ári havt eina tílíka jólaføstukonsert í Hallgrímskirkjuni í Reykjavík. Tveir av sangarunum,
Ásgeir Eiríksson og Sveinn Dúa Hjørleifsson, syngja solo, og haraftrat
spæla trompetleikararnir Ásgeir Steingrímsson og Eiríkur Ørn Pálsson saman
við kórinum. Lenka Matéova hevur urgufylgispælið, og kórleiðari verður
Fríðrik S. Kristinsson
Kallakór Reykjavíkar varð stovnað 2. januar 1926. Stigtakari var tónaskaldið
Sigurður Þórarinsson, ið var kórleiðari í samfull 35 ár, og haraftrat hevur
ein annar, kendur kórleiðari, Páll Pampichler Pálsson, verið kórleiðari hjá
Manskóri Reykjavíkar í umleið 25 ár. Friðrik S. Kristinsson, hevur havt
leiðsluna um hendur síðan 1991. Aftrat hesum trimum hevur kórið havt fleiri
aðrar leiðarar eitt bil.
Einki íslendskt kór hevur verið so víða sum Manskór Reykjavíkar, og tað
hevur havt framførslur í mest sum øllum heimspørtum, eitt nú í Kina.
Kortini vilja fleiri av sangarunum vera við, at Føroyaferðin 1995 stendur
eftir í minninum, sum nakað heilt serligt. Føroyingar vóru avbera fegnir um
framførslurnar, og kórlimirnir ásannaðu, at frændur teirra, føroyingar, eru
gestablídnir sum fáir. Kallakór Reykjavíkar gleðir seg tí til at koma aftur
til Føroya og vónar, at nógvir føroyingar koma at lurta.