Tað er undir øllum umstøðum neyðugt at leggja elkaðal eftir botni ímillum Eysturoynna og Borðoynna.
Tað sigur Steinbjørn O. Jacobsen, nevndarlimur í SEV, har hann umboðar Norðoyggjar.
Hann vísir til, at Óluva Klettskarð, tingkvinna, hevur spurt landsstýrið, hví ikki streymurin í Haraldssundi ístaðin verður brúktur til at vinna orku burtur úr.
Óluva Klettskarð vísir á, at at í hesum døgum fyrireikar Bakkafrost arbeiðið at gera eina stóra smoltstøð beint við byrgingina um Haraldssund. Og sum skilst er ætlanin hjá Sev, at leggja eina orkuleiðing eftir botni úr Eysturoynni yvir á Borðoynna, fyri at útvega virkinum orku.
- Tað tykist burturvið, og sum at fara yvir um ánna eftir vatni, heldur hon.”
Steinbjørn O. Jacobsen sigur, at Sev hevur longu gjørt vart við møguleikarnar at vinna sjóvarfalsorku úr Haraldssundi.
- Men tað hevur einki við ein botnkaðal millum Eysturoynna og Borðoynna at gera, leggur hann afturat.
Hann sigur, at enn er tøknin ikki ment nóg nógv til, at Sev kann fara undir burðardygga elframleiðslu úr sjóvarfalli.
- Men sjálvt um tøknin var komin so mikið langt, at hetta læt seg gera, hevði sjóvarfalsorkan í Haraldssundi ligið still, tá í einki sjóvarfall er.
- Tað merkir, at so hevði smoltstøðin ikki kunnað dúvað á elorku frá sjóvarfalsturbinum í Haraldssundi, tá ið kyrrindi vóru.
- Og tað er júst tí, tað er so neyðugt at binda alt føroyska elnetið saman sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
Hann sigar, tí bara soleiðis kunnu vit styrkja netið um alt landið og harvið flyta elorkuna kring landið frá teimum orkukeldum, sum eru virknar.
Hann sigur, at kaðalin ímillum Eysturoy og Borðoy er liður í hesum.
Tí verður kaðalin lagdur og hann fer at koma bæði smoltstøðini hjá Bakkafrost í Haraldssundi, og øllum Norðoyggjum, til góðar.