Tað hevur sæð ljótt út hjá næstbesta KÍ liðnum, sum fyri tað mesta hevur verið undir niðurflytingarstrikuni.
Í dag vann KÍ 6-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Úrslitið ber við sær, at KÍ nú er á áttanda plássi við 22 stigum. HB hevur eisini 22 stig og ein dyst færri enn KÍ. FC Suðuroy er aftast við 20 stigum.
Hálvleiksstøðan var 3-0 til KÍ.
Millum teir á KÍ liðnum vóru Kristian Joensen, Dávid Langgaard, Børge Petersen, Boris Dosljak, Ivar Sollie Rønning og Jaspar Van Der Heyden.
Tá ið 10 minuttir vóru farnir,var støðan 2-0. Málskjúttar vóru Jasper Van Der Heyden og Dávid Langgaard, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki økti Ivar Sollie Rønning til 3-0. Uppleggið átti Dávid Langgaard.
Fimm minuttir eftir steðgin minkaði Hans Marius Davidsen um munin til 3-1. Uppleggið átti Jógvan Højgaard.
Innskifti Jonn Johannesen økti um munin til 4-1 í 56. minutti. Uppleggið átti Olaf K. Hansen, sum tíggju minuttir seinni økti um munin til 5-1. Tá átti Boris Dosljak uppleggið.
Tríggjar minuttir undan 5-1 málinum varð KÍ undirmannað, tí Dávid Langgaard sá reyða kortið. Kortini eydnaðist tað KÍ, meðan liðið var undirmannað, at skjóta tvey mál. Umframt 5-1 málið skoraði Jasper Van Der Heyden aftur, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Uppleggið átti Jonn Johannesen.
6-1 sigurin er tann størsti hjá KÍ í ár, og 6-1 tapið er tað størsta hjá NSÍ í ár.
Leygardagin fær NSÍ vitjan av EB/Streymi, og leygardagin fær KÍ vitjan av B36.