Stjórnirnar í Avstralia og Kina eru í ferð við at gera ein sáttmála um, at Kina skal fáa loyvi at keypa uran frá einari avstralskari fyritøku.
Avstralski uttanríkisráðharrin, Alexander Downer, sigur við AP, at stjórnin hevur lagt ta treyt við, at kinesarar skulu ikki brúka uranið til hernaðarlig endamál, og hann roknar við, at ein sáttmáli verður liðugur um stutta tíð. Sambært Alexander Downer eru kinesisku myndugleikarnir til reiðar at ganga undir treytina.
Fyritøkan WMC Resources, sum rekur eitt stórt urannám við Olympic Dam, hevur leingi strongt á avstralsku stjórnina fyri at fáa loyvi at selja meiri uran av landinum, men stjórnin hevur verið varin. Hildið verður, at umleið 40 prosent av øllum urani í heiminum er í náminum við Olympic Dam.