NSÍ vann seg í dag aftur fram á næstfremsta plássið. Tað misti NSÍ, tá ið tað í 19. umfari endaði 3-3 í Sarpugerði, meðan HB vann 3-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur.
Í dag endaði tað málleyst, tá ið HB var í Klaksvík, og í kvøld vann NSÍ 3-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy eftir hálvleiksstøðuna 1-1.
Tá ið eitt lítið korter var farið, setti Beinir Nolsøe hjá NSÍ hol á eftir upplegg frá Aron Knudsen, og tá ið ein stórur hálvur tími var farin, javnaði Salmundur Bech eftir upplegg frá Pæturi Augustinussen.
Brandur Hendriksson Olsen átti uppleggið, tá ið Klæmint A. Olsen eitt stórt korter eftir steðgin legði NSÍ framum 2-1, og átta minuttir undan leikloki var tað Michal Przybylski, sum staðfrsti 3-1 heimasigurin, sum ber við sær, at NSÍ hevur 45 stig. Tað hevur HB eisini. Málmunurin hjá NSÍ er +48, og hjá HB er hann +16.
Klæmint A. Olsen er toppskjútti við 22 málum. Málmetið fyri eitt kappingarár eigur Mikkel Dahl, sum í nøkur ár spældi við HB og í 2021 tók metið, tá ið hann skoraði 27 mál.
Í teimum sjey umførunum, sum eru eftir í hesum kappingarárinum, sær skráin hjá NSÍ soleiðis út: EB/Streymur (ú), TB (h), B68 (ú), 07 Vestur (ú), B36 (h), HB (ú) og KÍ (h).