Klassikarar á Segloftinum

Terji Rasmussen, Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni fara á pall á Seglloftinum á Tvøroyri leygarkvøldið. Terji, Eyðun og Tróndur fara at spæla úr stóru sangskránni, sum teir hava at bjóða. Allir eiga teir løg, sum føroyingar hava tikið til sín. Terji og Eyðun hava, bæði saman, og hvør sær, gjørt løg, sum eru klassikarar í føroyskum sanghøpi.

Hesir garparnir fara á pallin á Seglloftinum á Tvøroyri leygarkvøldið, og við slíkari manning kann eitt kvøld væntast, har trivið verður í nakað av tí besta og kendasta, sum komið er í føroysku sangbókina síðstu 20 - 25 árini.