Klose skal brúka Adidas

Hóast hann í HM-kappingini spældi í Adidas og tá gjørdist toppskjútti við fimm málum, sigur Miroslav Klose, at hann kennir seg ikki heilt væl í týska fótbúnanum.vÍ Werder Bremen spælir Klose í Nike-skógvum, og hesar vil hann eisini sleppa at nýta á landsliðnum.
Trupulleikin er bara, at týska fótbóltssambandi og Adidas hava sáttmála, sum ikki loyvir hesum, og tað hevur fingið fleiri spælarar at reagera. Teir siga, at antin spæla teir í teimum skógvum, sum teimum dámar best. Ella spæla teir als ikki.
Ein líknandi træta var annars í Týsklandi fyri einum 20 árum síðani. Ta ferðina kravdi málverjin Harald Schumacher, at hann skuldi spæla í handskum frá Puma, meðan fótbóltssambandið vildi hava hann at spæla í Adidas.