Kommunurnar 2,7% meiri inn í skatti

Fyrstu fimm mánaðirnar í ár hava føroysku kommunurnar fingið15,4 millliónir meiri inn í skatti, enn tær fingu í sama tíðarskeiði í fjør.

Tað vísir ein uppgerð hjá Taks.

Uppgeðin vísir, at frá januar til mai í ár fingu kommunurnar 582,5 milliónir inn í skatti, aftur ímóti 567,1 milliónum í sama tíðarskeiði í fjør.

Tað er ein vøkstur upp á 2,71%.

Tað er rættiliga stórur munur á, hvussu tað hevur hilnast hjá teimum ymsu kommununum.

Hjá Tórshavnar kommunu er inntøkan av 2,90% høgri í ár, enn í fjør, 248,0 milliónum upp í 255,2 milliónir. Á Tvøroyri er vøksturin 3,95%, úr 19,0 milliónunum, upp í slakar 19,8 milliónir og í Fuglafirði er talan um eina hækking upp á 5, 57%, úr 17,7 milliónum, upp í 18,7% milliónir.

Í Klaksvík er vøksturin 1,08% úr 57,0 milliónum, upp í 57,7 milliónir og Í Runavík er talan um ein vøkstur fyrstu fimm mánaðirnar í ár upp á 5,37%, úr 44,2 milliónum, upp í 46,6 milliónir.

Í Vági stóð mestsum í stað, tí har er vøksturin bara 0,80%, úr 13,8 milliónum, upp í 13,9 milliónir.

Í Vestmanna hilnaðist eisini væl, tí har vaks skattainntøkan 5,93% við tað, at hon er hækkað úr 13,6 milliónum í fjør, upp í 14,4 milliónir í ár.

Hjá eini aðrari stórari kommunu, Eystur Kommunu, hilnaðist ikki so væl, tí har er skattainntøkan minkað 3,91%. Har er skattainntøkan farin úr 24,4 milliónum, niður í 23,5 milliónir.