Jóannes Eidesgaard legði út í røðu síni við at siga, at heimurin er broyttur nógv bara tey seinastu 10 árini. Og at kunningartøknin millum annað hevur ført við sær, at landafrøðiligu mørkini hava minni týdning enn áður, og samskiftishátturin er fullkomiliga broyttur:
- Nú hava øll fingið størri frælsi at velja, samstundis, sum vit krevja at kunna avgreiða okkara viðurskifti, tá tað liggur fyri hjá okkum. Vit forvænta heilt einfalt at KT-tøknin veitir okkum hesar møguleikar, segði løgmaður.
Somuleiðis legði hann eina við at altjóða kanningar vísa greitt jaligt samband millum KT-nýtslu og búskaparvøkstur. Og at tað í 2006 er torført at síggja stóran búskaparvøkstur, uttan at vit eru við í fremstu røð innan KT:
- Vit eru væl við á fleiri økjum. Men tað er alneyðugt at hava útbúgvingar á øllum stigum, tí útbúgving er ein kveiki, sum setur ferð á menningina av einum umhvørvi. Ein stór avbjóðing er at gera tað lokkandi hjá teimum, sum hava nomið sær útbúgving ella arbeiðsroyndir uttanlands, at venda heimaftur. Vit skulu hava nakað at bjóða teimum, og her er lítil ivi um, at KT-vinnan spælir ein týdningarmiklan leiklut, segði løgmaður í røðu síni.
Víðari segði løgmaður, at í Føroyum er tað almenna ein stórur brúkari av KT, og at tað almenna tí eisini er ein høvuðseftirspyrjari eftir nýggjum KT loysnum:
- Tað almenna skal verða ein dugnaligari kundi, vit skulu hava greiðar mannagongdir, og innkeyp skal verða professionelt. Somuleiðis eiga vit at tryggja, at føroyskar fyritøkur veruliga kunnu verða við og bjóða uppá uppgávur á jøvnum føti við útlendskar fyritøkur. Tað almenna hevur í fleiri førum roynt nýggjar KT-skipanir, og soleiðis verið við til at ment skipanir, sum føroyskar fyritøkur eru farnar út í heim við. Tað almenna vil ganga á odda og bróta slóð.
Løgmaður helt síðan fram við at siga, at KT-vinnan enn ikki hevur nátt tað støði, sum miðjað hevur verið ímóti nevniliga, at KT skal verða eitt nýtt bein hjá føroyska búskapinum at standa á:
- Skulu skipanir, sum eru mentar í Føroyum, seljast í útheiminum, krevur hetta nógv av fyritøkunum. Tað snýr seg ikki bara um tøkni, men eisini um eitt nú projektfyrireiking og leiðslu, marknaðarstrategiir, marknaðarføring, sølu og so framvegis. Tað eru aðrar mekanismur, sum gera seg galdandi á altjóða marknaðinum. At tillaga seg hesar, má vinnan menna førleikan at samstarva soleiðis, at okkara KT-fyritøkur eru samstarvsfelagir heldur enn kappingarneytar, tá vit fara út at kappast á altjóða støði.
Jóannes Eidesgaard endaði røðu sína við eitt nú at siga, at við Visjón 2015 roynir landsstýrið at gera sítt til, at føroyska tjóðin fær eitt strategi orðað kt-øki:
- Eitt er, at tað almenna við tí tøkniliga skipar fyri grundleggjandi undirstøðukervi, annað er, at neyðugt er at byggja leiðreglur hesum viðvíkjandi inn í lóggávu okkara. Eg ætli mær at taka neyðug stig til, at viðkomandi lóggáva verður dagførd. Og eg ivist ikki í, at mong av tykkum, sum her eru í dag, hava hugskot, vilja og førleika til at skapa tær loysnir, ið skulu til, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður at enda.