Beinan vegin fær man hug at spyrja kvinnur. Hví tað? Jamen, hvørjar ambitiónir hava menn? Er nakað at snakka um?
Tí konan man eins væl og maðurin fara upp í politikk, tí at hon heldur seg duga líka so væl at virka við í at menna samfelagið. At bøta um, leggja sín sjónarmið fram, tí hon virðir tey og heldur, hennara sjónarmið hava týdning. At øll mál eru kvinnumál eisini. At hon dugir at taka dagar ímillum í øllum samfelagsmálum ? tað er bara ein spurningur um, at hava sett seg væl inn í málini. Soleiðis man vera í øllum lívsins viðurskiftum. Kona ella maður.
Ja, hvørjar politiskar ambitiónir hevur kvinnan so? Man hon hava serligar ambitiónir? Og hvussu fær hon tær?
Ambitiónin kann koma av, at hon kanska sær, at her manglar nakað. Her eru mál og sjónarmið, sum vanta.
Hon veit, at skulu vit hava eitt vælvirkandi samfelag, er neyðugt, ja al neyðugt, at kvinnusálin hevur sett síni fingramerki á. Harragud, vit eru helvtin av fólkinum! Og jú fleiri eygu, ið skoða og úr fleiri sjónarhornum, jú størri trygd hevur tú fyri, at allir partar í samfelagnum verða tiknir við.
Trupulleikin er bara, at tað í stóran mun eru menninir, ið seta dagsskránna ? tað eru teirra spælireglur. Konan kemur so við sínum ambitiónum, og eg havi varhugan av, at hon lagar seg til systemið. Eitt system, ið ofta ber dám av gigantomani.
Hon, sum betur enn nakar annar dugir at síggja tað stóra í tí smáa, og tað er ein dygd; sum ættarlið eftir ættarlið hevur verið føddur fíggjarmálaráðharri, tí hennara lutur hevur verið at reka húsarhaldið ? skuldi hon ikki klárað, og tað við hepnari hond at verið við og rikið landshúsarhaldið? Eg hugsi, at hon eisini hevur hesa ambitiónina við sær ? at finna tað stóra í tí smáa. Ikki tað, at hon skal standa sum eksponentur fyri sparingum. Hon er gløggari enn so. Tað stóra finnur hon í menniskjanum, og spyr ? hvussu hava fólk tað? Hvørji lívsvirði endurspeglast í samfelag okkara? Kunnu vit yvirhøvur tosa um fult fólkaræði, so leingi kvinnan hevur so lítla ávirkan?
Tað heldur Javnaðarflokkurin ikki.
Javnaðarflokkurin vil virka fyri at tryggja javna í øllum samfelagsins viðurskiftum. At konur og menn kunnu virka og ávirka á jøvnum føti. Tað prógvar skrá Javnaðarfloksins, sum altíð hevur lagt seg eftir at bøta um m.a. umsorgarviðurskiftini. Viðurskifti, sum mangan forða kvinnuni í hennara leikluti uttan fyri heimið.
Javnaðarflokkurin ásannar, at brúk er fyri báðum kynum, men fer ongantíð at fáa menn á listan, bara tí teir eru menn, og konur, tí tær eru konur.
Katrin Dahl,
valevni
Javnaðarfloksins