TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av dystinum millum AC Horsens og Sønderjyske, sum endaði við javnleiki 1-1.
Hallur Hansson fekk fulla spælitíð, tá lið hansara, AC Horsens á heimavølli tók ímóti silvurvinnarunum í fjør, Sønderjyske á heimavølli. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Bubacarr Sanneh var aftur á blettinum fyri AC Horsens í dag, og hann legði AC Horsens á odda tá 23 minuttir vóru farnir. Bubacarr Sanneh skoraði eisini ímóti AaB farna vikukskiftið. Sønderjyske javnaði tá 37 minuttir vóru farnir. Tíverri átti málverjin hjá AC Horsens, Nicklas Dannevang sín lut í, at Sønderjyske fekk javnað, tá hann fumlaði bóltin í málið.
Talan var um fyrsta heimadystin hjá Halli Hanssyni fyri AC Horsens á heimavølli í superliguni.
Tað er rásin FM24, sum hevur lagt hæddarpunktini út á YouTube.