Í miðvikuni snávaði Kyndil, tá teir taptu móti Neistanum, men teir halda framvegis fast í evarska lítla møguleikanum at fylgja við KÍF í FM-finaluna.
Hinvegin tykjast hoyvíkingar nú settir heilt av í kapprenningini, sum fyri bara einari viku síðani taldi fýra lið.
Kyndil var betra liðið størsta partin av dystinum, men móti dystarenda gjørdist tað tó heilt spennandi. Hoyvíkingar vunnu seg upp á javnt, tá fimm minuttir vóru eftir at spæla, men so steðgaði heilt upp hjá gestunum. Seinastu løtuna skoraði Kyndil tríggjar ferðir, meðan gestirnir bert fingu tað eina málið, og so er mest sannlíkt, at kapprenningin um pláss í FM-finaluni bert stendur millum VÍF og StÍF.
Fyri Kyndil skeyt David Edvardsen sjey mál í dag. Besti málskjútti hjá H71 var Rúni Højgaard, sum skeyt fimm mál.
Sigurin ber við sær, at Kyndil lyfti seg upp á triða plássið. Teir hava 17 stig fyri 17 dystir. VÍF er nummar tvey við 22 stigum, meðan StÍF hevur 18 stig.
Í morgin tekur VÍF ímóti Team Klaksvík, meðan Neistin tekur ímóti KÍF.