Næsti finalusdysturin millum kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum verður spældur klokkan 16 í Ítróttahøllini á Hálsi í Havn í dag.
Kyndil var liðið, sum endaði ovast í landskappingini, men tá hol varð sett á finalurnar mikukvøldið, var eingin sum helst ivi um, at Neistin var omaná.
Serliga vóru tað fyrstu 20 minuttirnir ella so, sum vóru dýrir hjá Kyndli, og eftir at Neistin her vann sær eina trivaliga leiðslu, sleptu tær bláu ongan tíð takinum.
Setningurin hjá Kyndli er tí fyrst og fremst at koma rætt inn í dystin, so tann parturin av søguni ikki endurtekur seg. Í øðrum lagi ræður um, at álopsspælið fæst at rigga. Kyndil hevur ikki skotið serliga nógv mál í mun til hini oddaliðini, og móti Neistanum mikukvøldið var bara 17 ára gamla Marianna Eystberg nærum einsamøll um at taka ábyrgd í tí partinum av spælinum.
Hjá Neistanum er sjálvsálitið uttan iva í toppi eftir greiða sigurin. Á beinkinum varð broyting farin fram, hóast nógv varð tosað og skrivað um hetta uttan fyri vøllin, so tóktust tær á vøllinum als ikki nervaðar av hesum.
Stóri ivaspurningurin hjá Neistanum er, hvussu birg Milica Rankovic er. Stórskjúttin hevur drigist við skaða, og hon sat uttan fyri seinastu dystirnar undan finalunum. Hon átti sín stóra part í trygga sigrinum mikukvøldið, men hon mátti av vøllinum eina løtu í seinna hálvleiki, tá vøddaskaðin í legginum aftur argaði.