Kronikkin greiðir frá árinunum av fíggjarkreppuni á føroyska búskapin og á heimssamfelagið. Føroyar eru rættiliga væl fyri at taka móti kreppuni og fara væntandi at sleppa rættiliga snikkaleyst gjøgnum kreppuna. Harafturímóti fer heimssamfelagið at broytast munandi. Hugleitt verður um hetta er endin av kapitalismuni og av tíðini hjá Ameriku sum lokomotiv fyri heimsbúskapin.
Minni árin enn í øðrum londum
Avleiðingarnar av fíggjarkreppuni verða væntandi minni her heima í Føroyum í mun til í øðrum londum, tí føroyski búskapurin í nógvar mátar er væl fyri.
Fíggjarkreppan er fyrst og fremst ein skuldarkreppa, tvs. ein kreppa fyri tey, sum hava átikið sær stóra skuld. Skuldarbindingin í føroyska samfelagnum er væl minni enn í øðrum londum. Hóast einstakar familjur, kommunur og fyritøkur hava rættiliga stóra skuld, er vanliga mynstrið, at bæði húsarhaldini, vinnulívið, bankarnir og tað almenna hava rættiliga avmarkaða skuld. Tí ger ein kreppa á fíggjarmarknaðinum avmarkaðan skaða í Føroyum, sum støðan er í løtuni.
Hetta merkir ikki at eingin avleiðing verður. Mest sannlíkt er, at avleiðingarnar verða nakað tær somu sum í øðrum londum – bara minni. Har verður roknað við minkandi keypiorku, minkandi byggivirksemi, færri íløgum og øktum arbeiðsloysi. Tað er ilt at siga hvussu ógvuslig og long niðurgongdin verður – spádómarnir eru nógvir – higartil hava flestu rakt illa – flestu hava undirmett avleiðingarnar.
Ikki orsakað av skilagóðari búskaparstýring
Tað er nærliggjandi at koma til eina niðurstøðu um, at tað er orsakað av skilagóðari búskaparstýring seinastu árini, at vit sleppa so væl gjøgnum fíggjarkreppuna. Hetta er tíverri ikki rætt. Veruliga orsøkin er, at skuldin í Føroyum bleiv sanerað í 90’unum og at vit vóru so sein í gongd við øktu lántøkuna, at vit ikki náddu at koma longur í skuldarbindingini. Eingin ivi er um at skeiv kós var sett og høvdu vit sloppið at hildi áfram í nøkur ár afturat høvdu trupuleikarnir verið nógv størri.
Vit hava ikki dugað at lagt til síðis í góðum tíðum. Politiska skipanin er ikki búgvin til at síggja avlop á fíggjarlógini – alt skal brúkast beinanvegin. Tað skal vera mín vón, at vit einaferð læra at reka ein skilagóðan búskaparpolitikk!
Javnan hoyra vit at tað er veiðumentanin í føroyingunum sum ger at “vit fiska tá nakað er at fiska”. Møguliga er tað so. Eg skal ikki kunna siga tað. Men vit mugu læra at leggja á annan bógv, tí hetta skilið kann ikki halda fram.
Politisku tiltøkini
Higartil hava flestu politisku tiltøkini yvirfyri fíggjarkreppuni verið merkt av panikk-loysnum. Vit hava vaknað upp onkran morgunin til at um náttina varð enn ein banki bjargaður av onkrari stjórn, ella at í vikuskiftinum – meðan børsurin var stongdur – hittust stjórnarleiðarar fyri at snikka saman onkra ætlan. Mest struktureraða og gjøgnumhugsaða tiltakið er nokk danska bankaloysnin. Sjálvt hon sá dagsins ljós eftir bert einum vikuskifti - møguliga hava embætismenn í Nationalbankanum tó arbeitt longur við uppskotinum.
Eftir míni meting hevur tað alstóran týdning at fara burtur frá “eldsløkking” og yvir til “tilbúgving”. Eg haldi at orðini hjá A. P. Møller um at “intet tab bør ramme os som kunne være undgået med rettidigt omhu” hóska væl til støðuna. Vit eiga at skapa okkum eina tilbúgving – vit eiga at vera til reiðar!
Skapa eina tilbúgving
Tí eiga vit at seta fimm arbeiðsbólkar niður fyri at viðgera støðuna. Teir skulu skapa eina tilbúgving á ymisku økjunum.
Fyrsti bólkurin eigur at hyggja eftir møguligum trupuleikum av fíggjarkreppuni innan fíggjargeiran. Sjálvt um vit hava lóggivið ein “bankapakka” kunnu onkrir trupuleikar framvegis vera. Bólkurin skal tí kanna trupuleikar og finna møguligar loysnir til politiska mynduleikan, soleiðis at politiski mynduleikin er greiður yvir støðuna og hvat kann gerast.
Líknandi arbeiðsbólkar eiga at verða settir fyri vinnuna á sjónum, vinnuna á landi, húsarhaldini og almenna geiran.
Á henda hátt fáa vit skapt eitt samlað yvirlit yvir ymsu partarnar av búskapinum og eina heildarmynd. Hetta er besta tilbúgvingin vit kunnu hava í núverandi støðu.
Vónandi verður ikki neyðugt at gera nakað politiskt tiltak, men um tað skuldi gjørst neyðugt, eigur politiski mynduleikin at vera til reiðar!
Eingin javnvág er!
Eitt annað sum hevur stóran týdning er, at vit læra av tí sum hendir í løtuni. Lærdómurin í hesum døgum kann koma væl við í komandi árum.
T.d. hoyra vit javnan, at politikarnir skulu lata búskapin og marknaðin klára seg sjálvan, tí búskapurin kemur aftur í javnvág av sær sjálvum. Hetta er ein afturvendandi grundgeving frá serfrøðingum og politikkarum fyri einki at gera – fyri at lata standa til.
Fíggjarkreppan er eitt talandi dømi um, at eingin javnvág er til. Einasta javnvágin er, at tá toppurin er náddur so er hann náddur, og tá botnurin er náddur so er hann náddur. Eg veit ikki um ein kann siga at ein javnvág er nádd tá marknaðurin sigur stopp fyri okkum tí vit ikki duga at siga stopp sjálvi!?
Mín meting er, at lærdómurin eigur at vera, at tað einasta sum kann geva búskapinum eina haldbara javnvág er skilagóð stýring av búskapinum.
Eingin tosar eina kreppu í gongd!
Eitt annað, sum javnan er at hoyra, er, at tú kanst tosa eina kreppu í gongd. Hugburðurin er, at við at tosa um møguligar negativar avleiðingar av eini støðu, kanst tú skapa eina sjálvuppfyllandi profeti, har tú tosar eina kreppu í gongd. Um hetta skal vera rætt, so mugu teir hava tosað ófatiliga nógv í USA og Íslandi seinastu tíðina!!!
Fíggjarkreppan vísir týðuliga, at tú tosar ikki nakra kreppu í gongd. Tvørturímóti kann sigast, at kreppur koma av at tú ikki hevur tosað um og fyrihildið teg til trupuleikarnar og loyst teir.
Kreppur koma av óloystum trupuleikum, sum eru ignoreraðir og hópaðir upp.
Tí mugu vit ongantíð halda okkum aftur við at tosa um samfelagsviðurskiftini, men støðugt royna at fáa týdningarmiklastu trupuleikarnar upp til kjak, soleiðis at vit loysa teir heldur enn at tiga teir burtur.
Sigast skal tó, at eitt stað gevur tað meining at tú í eitt styttri tíðarskeið kanst tosa eina kreppu í gongd, tað er innan virðisbrævaheimin og innan fíggjarheimin. Har kanst tú í eitt avmarkað tíðarskeið tosa virðið av partabrøvunum upp ella niður og somuleiðis kanst tú skapa eina óvissu, sum kann elva til eitt “run on the bank”. Á longri sikt er tað tó ikki tos, sum avgerð gongdina, men hvussu feløgini verða rikin og hvussu trupuleikarnir verða loystir.
Endin av kapitalismuni?
Kreppan hevur fingið fólk at hugleiða um stóru viðurskiftini í heimssamfelagnum. Ein av hugleiðingunum er, um hetta møguliga er endin av kapitalismuni, soleiðis sum vit kenna hana.
Hugleiðingarnar eru, at eftir fleiri áratíggir við eini turkatrúgv uppá at marknaðurin kann loysa allar trupuleikar í heiminum, fer rákið nú aftur at venda móti meiri reguleringum og minni marknaðarbúskapi. Reagan og Thatcher byrjaðu eina liberalistiska bylgju, har marknaðurin bleiv minni og minni reguleraður og fleiri og fleiri tænastur blivu lagdar út til privata vinnulívið at taka sær av. Nú fer hetta rákið møguliga at venda aftur.
Onnur meina, at hetta als ikki er endin av kapitalistisku skipanini. Grundgevingin er, at kapitalistiska skipanin hevur lætt við at tillaga seg til broytingar, og at hon eisini fer at laga seg til hesuferð.
Ilt er at siga hvussu verðin fer at broyta seg. Tað einasta sum kann sigast við vissu er, at hon fer at broyta seg.
Valdið flytir úr USA til Asiu
Ein onnur hugleiðing er, at vit í dag standa við eitt vegamót, har valdið flytir burtur frá USA til onnur lond. Hugleiðingin er nakað í stíl við, at valdið er har sum pengarnir eru, og hvar fara pengarnir í dag? Teir fara til Brasiliu, Miðeystur og Kina. Hesi londini selja restini av heiminum vørur og peningarstreymurin og valdið gongur úr vesturheiminum til hesi londini. Tíðin hjá Ameriku sum lokomotivið í heimsbúskapinum er um at vera av á hesum sinni.