LÝSINGAR Í TEXT-TV OG Á PAPPÍRI

Um vit sláa inn á tað føroyska TEXT-TV, kann tað órógva viðkvæma sálarrøkt,

sum ongin kann vera fyriuttan, og í ringasta føri kann hetta skunda undir sálarliga

viknan (dement) hjá eldri fólkum, og tað, sum kanska verri er, líkasælu hjá yngri fólkum.

Vit kunnu tríva í rúgvuna.

Á P400 lesa vit:

V E R I

Ve ri S401

Ve urm tingar Landsverk S403

Aldum tingar Landsverk S404

 

Og sláa vit á 110 P120, lesa vit, at ” forkvinnan i Målnevndini, Turid Sigurdardottir, sigur,

at tad er ikki meira enn folkaligur atburdur, at venda sar til vidskiftafolkina å okkara egna

måli. Logtingið hevur endaliga samtykt, at ”Lysingar og lysingatilfar, sum er beinleidis

atlad brukarum i Foroyum, skal vera å foroyskum.”

 

Flest alt skrivligt lýsingartilfar, sum kemur til Føroya, er á fremmandum máli, á málum,

sum vit í stóran mun duga at lesa og tosa. At vit føroyingar eru so væl fyri, at vit eru

før fyri at málbera okkum á fleiri málum, er ein fyrimunur og styrki, sum vit ikki eiga at

virðismeta nóg høgt.

Eitt við lóg bannað lýsingartilfar (brochurur o.tl.) frá eitt nú apotekinum og bilhandlarum kann

fáa álvarsligar avleiðingar. Ella skal lóg um ”ófólkaligan atburð” mótvegis viðskiftafólki

við lýsingartilfari á fremmandum máli umsitast individuelt?

Avbyrging av neyðugum lýsingartilfari kann eisini fáa óhepnar málsligar og upplýsandi avleiðingar!

Ávísir handlar í Føroyum standa fyri sending av príslistum og/ella katalogum til hvørt hús eins og t.d. DaelsVarehus o.a. plagdu at gera. Um politiskur meiriluti er fyri at steðga slíkum ”ágangi”, kundi landsstýrið hóskandi gjørt tað við einari kunngerð, tí hvussu skal brot móti løgtingslóg um lýsingar og lýsingartilfar verða revsað. Við sekt? fongsul? ella almenna, andaliga og fíggjarliga revsing (keypið ikki har)?

Rákið (tendensurin) í umrøddu lóggeving má haldast at vera ódámligt, havandi í huga, hvat slíkt

kann innibera.

 

……..

 

 

Hvat er størri ágangur móti okkara mentan: Føroyskt TEXT TV, sum er ólesiligt, ella

lýsingartilfar á fremmandum málum, sum í stóran mun endar (ólisið) í ílatinum til endurnýtslu ?