Lady Gaga verður sjónleikari

Hon er fyrst og fremst kend fyri røddina, serligu klæðir og serstakliga nógvar fjepparar, sum hava fingið heitið Little Monsters. Men um stutta tíð verður hon kanska líka kend sum sjónleikari.

Lady Gaga hevur í hvussu so er møguleika fyri at gerast sjónleikari, tí nú hevur Ben Stiller ætlanir um at fáa hana við í ein film. Hon hevur fingið bjóðað einar 27 milliónir krónir fyri at vera við í uppfylgjaranum til filmin Zoolander.

Í Zoolander 2, sum tó ikki hevur fingið eitt endaligt heiti enn, skal Lady Gaga eftir ætlan spæla saman við Ben Stiller og Owen Wilson.

Sigur hon ja til leiklutin, verður hon vald framum kendar kvinnur sum Kate Moss, Heidi Klum og Adriana Lima, sum eisini eru áhugaðar í at verða við í filminum hjá Stiller.

Tekur hon av tilboðnum, verður hetta hennara fyrsti stóri leiklutur í einum filmi.