Bridge
Sum liður í landsliðsútøkuni til EM í Bridge, sum verður á Mølmø í summar, fara tvey føroysk lið avstað til danmarkar at luttaka í einari fleirtjóða landsliðskapping 24 og 25 januar. Tað er føroyski liðskiparin Svend Novrup, sum hevur fingið kappingina ílag. Liðini, ið skulu umboða Føroyar eru hesi:
Bogi Simonsen ? Símin Lassaberg
Arne Mikkelsen ? Pól Egholm
Dánjal Pauli Mohr ? Per Kallberg
Jóannes Mouritsen ? Heðin Mouritsen
Kappingin kemur sum verða mann at spæla ein stóran leiklut í, hvørji teir 6 verða, ið koma at manna tað opna føroyska liðið, sum skal umboða Føroyar til EM 2004.
Bridge á Jólum
Bridgehúsið í Havn skipar aftur í ár fyri almennari parakapping annan jóladag. Kappingin byrjar klokkan 14:00, tilmelding á staðnum. Johannis Skaarup leggur kappingina tilrættis.
Svend Novrup vitjar
Av tí at Svend Novrup kemur til Føroyar at venja bruttuhópin, ið kappast um at sleppa at umboða Føroyar til EM 2004, er kappingin hjá 1.deild broytt soleiðis, at dysturin, ið skuldi leikast sunnudagin 19. januar er fluttur til 18. januar. Hetta merkir, at heili tríggjir dystir verða leiktir leygardagin 18. januar 2004. Hetta er einans galdandi fyri 1.deild. Fyri at fáa nærri at vita, skal ein seta seg í samband við kappingarleiðarin hjá FBS.
Spæl
At Robert Langaard telist millum teir betru bridgespælaranar i føroyum vita
tey flestu nokk av. Hetta spælið er eitt gott dømi um evni hansara sum mótspælara.
Robert situr Vestan.
A9653
J107
85
1064
84J102
KQ39865
KQJ4A963
QJ9573
KQ7
A42
1072
AK82
WestNorthEastSouth
1
Pass1Pass1 NT
AP
K
Sunnan vísur her 15-17 hp og javna hond. NS spæla við veikum 1NT opningum.
Vestan spælur rútar kong út. Hann fær kall (lágt) frá makkaranum, sunnan leggur rútar 7. Kongurin fær fyrsta stikk og hann heldur fram við rútar damu. Makkarin leggur nú rútar 9 og spælførarin 10.
Robert skiftir nú til spar 8, hetta er eitt framúr gott skift av honum og hevur hetta við sær, at sunnan einans fær 8 stingir. Um eystan heilt nátúrligt hevði hildi áfram við rútara, ja so vann sunnan meldið uppá eina skvis. Hann skal bara minnast til, at taka fyri hjartar ess áðrenn hann spælur sparin. Tað einasta hann so skal gera, er at hyggja um hjartar kongur og dama falla. Gera tey ikki tað, so er bara at taka fyri kleyvaran!!
Áðrenn síðsti sparin er støðan hendan:
3
J
106
K98
QJ973
AK82
Til spar 3 kastar sunnan ein kleyv. Men neyðardýrið vestan hevur ein óloysandi trupuleika!!