? Tað er í sjálvum sær uttan iva positivt, at kommunurnar nú verða noyddar at gjalda niður skuld, heldur enn at gjalda til kreppulánsgrunnin, nú so nógv er goldið í hann.
? Men eg skilji bara ikki, at Eilif Samuelsen brúkar eitt hvørt høvi at høgga niður á kommunurnar fyri ikki at bera seg búskaparliga forsvarliga at, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Men tað er einki dulsmál, at Eilif Sameulsen sjálvur er tann dýrasti landsstýrismaðurin - hann hevur rættuliga fingið sítt málsøki at bólgna við m. a. at hava ætlanir um at byggja ein studentaskúla fyri 90-100 milliónir. Hann hevur ongar trupulleikar við at fara niðan í løgtingið við slíkum, samstundis sum hann strammar teymarnar hjá kommununum.
Jóannes Eidesgaard harmast um, at tað ikki er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum umsitur kommunurnar, tí tað sær út til, at Eilif Samuelsen als ikki hevur skilt, hvørjir trupulleikarnir hjá nøkrum kommunum eru.
? Eg havi sjálvur verið á onkrum fundir, sum kommunufelagið hevur skipað fyri. Eitt nú á einum fundi á Hotel Hafnia, har Sigurð Poulsen legði fram uppskot um kommunuskuldina. Men tað mest fantastiska var, at hvørki Eilif Samuelsen, landstýrismaður í kommunumálum ella Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharri ikki møttu, hóast teir vóru bodnir at vera við.
Jóannes Eidesgaard heldur, at hetta er tekin um, at landsstýrismenninir als ikki vita um tað rættuliga stóra arbeiðið, sum Kommunufelagið ger.
? Eg má siga, at eg eri rættuliga hugtikin av arbeiðinum, sum Kommunufelagið ger. Vit skulu minnast til, at kommunurnar er rættuliga ymiskt fyri. Meðan summar keypa lánsbrøv fyri at plasera pengarnar, aka aðrar á knøðunum. Men tað mest fantastiska av øllum er, at Kommunufelagið kortini arbeiðir við at finna eina felags loysn fyri allar kommunurnar, sigur Jóannes Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard heldur, at tað hevði verið skilabetri, at kreppulánsgrunnurin fekk loyvi at vaksa seg enn størri, kanska upp á einar 5-600 milliónir krónur - kanska við hjálp frá landinum. Á henda hátt kundi kreppulánsgrunnurin verði ein grunnur, sum kundi veitt illa staddu kommununum bílig, kanska rentufrí lán.
? Á tann hátt høvdu kommunur møguleikan at koma burtur úr skuldini. Men hetta vil Eilif Samuelsen ikki. Hann heldur, at tá nú Havnar kommuna o. a. kommunur komnar so frægt fyri, at tær kunnu gevast við at gjalda inn í kreppulánsgrunnin, og so letur hann bara hinar kommunurnar sigla sín egna sjógv. ? Men Eilif Samuelsen eigur at minnast til, at hann er kommunuráðharri fyri allar kommunurnar í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard
? Politiskt átti landsstýrið at hildið fast um tann fantastiska solidaritet, sum er millum kommunurnar og verið við til at loyst trupulleikan fyri allar kommunurnar í Føroyum, heldur Jóannes Eidesgaard.