Tað eru ikki allir gestirnir á G! festivalinum, ið eru komin fyri at njóta festivalin, men eru tey nøkur, ið arbeiða allan festivalin. Ein teirra er havnarmaðurin Ólavur í Geil, ið vit møta nærhendis sandinum.
- Eg virki sum konsulentur fyri festivalin. Mín uppgáva er at skriva eina frágreiðing við útgangsstøði í brúkaraupplivingum, ið so kunnu brúkast til at betra um festivalin seinni. Í frágreiðingini verður mett um ymisk viðurskiftir á festivalinum sum skelting, ferðslu, trygd o.a., sigur Ólavur í Geil.
Hetta er ikki fyrstu fer, at Ólavur í Geil ger eina slíka kanning fyri festivalin, og følir hann, at festivalurin tekur tær viðmerkingar til eftirtektar, ið hann skrivar í frágreiðingina.
- Eg havi gjørt slíkar kanningar fyri festivalin síðan 2008, og havi sæð munandi betringar á fleiri økjum. Tað verður veruliga lurtað eftir ráðgevingini. Men sum heild er støðan góð, og hon verður betri fyri hvørt ár, sigur Ólavur í Geil.
Spurdur at enda, um tað er nakar serligur bólkur, ið hann ætlar sær at hoyra, nú hann kortini er á festivalinum, hugsar hann seg um eina løtu, áðrenn hann svarar.
- Eg lurti ikki so nógv eftir live-tónleiki, men eg gleði meg kortini til at hoyra Kris Kristofferson.