Seinastu mánaðirnar hevur stríð valdað millum Føroya Lærarafelag og Føroya Kommunufelag um savnsrøktina á skúlum. Málið snýr seg um, at Føroya Lærarafelag heldur, at lærarar eiga at fáa løn fyri at keypa inn til og røkja søvnini á skúlunum, t. d. smíðstovur, evningstovur, alis- og evnafrøði, tónleik, fimleik o. s. fr.
Men hetta vil Føroya Kommunufelag ikki hoyra talan um.
Fyrr í ár var semja gjørd millum Kommunusamskipan Føroya og Føroya Lærarafelag um hesi viðurskifti. Í Kommunusamskipan Føroya eru tær størstu kommunurnar.
Sambært tí semjuni rinda land og kommunur hvør sína helvt av hesum kostnaði.
Hóast Kommunufelagið ikki vil góðtaka hesa semju, so hava ávísar kommunur kortini valt at gjalda tað, sum hetta kostar.
Men nú um dagarnar var fundur í Føroya Kommunufelag, har breið semja var um, at kommunurnar ikki skulu gjalda.
? Tað er ófatuligt, at Kommunufelagið soleiðis velur at leggja skúlarnar lamnar, tí hetta snýr seg ikki um nógvar pengar, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta Petersen. Hon sigur, at fyri smærru skúlarnar er talan um einar 10.000 krónur um árið.
? Eg veit um onkran skúla, har tað snýr seg um 1.000 krónur um árið, sigur hon.
? Við ikki at vilja gjalda pengarnar, so gera kommunurnar tað, at amboð á skúlunum forfella, og at undirvísingin verður nógv darvað og í summum førum steðgar upp, sigur forkvinna lærarafelagsins, sum heldur tað vera langt úti, at hetta bara skal verða grundað á treiskni.
? Skattgjaldarin í hesum kommununum rindar kortini fyri hetta á hinum skúlunum, tí landið rindar jú helvtina, og allir skattaborgarar í landinum rinda skatt til landið. Við framhaldandi at forða hesum, hevur Føroya Kommunufelag eisini sett seg upp ímóti, at skúlarnir í teirra limakommunum njóta gott av teirri avtalu, sum longu er gjørd um, at landið rindar helvtina av øllum hesum útreiðslum.
Elsa Birgitta Petersen ger greitt, at limir í Føroya Lærarafelag ikki vilja arbeiða uttan at fáa løn. Lærarafelagið hevur tó einki ímóti, at kommunurnar seta onnur fólk at taka sær av hesum uppgávum, men limir í lærarafelagnum gera tað so ikki, um ikki teir fáa løn.
Formaðurin í Føroya Kommunufelag, Jacob Vestergaard væntar, at semjan, sum gjørd er, bara er fyribils, og at hetta verður dýrari seinni. Men hesum vísir Elsa Birgitta Petersen aftur.
? Sum sagt so gera vit einki fyri einki. Vit hava fingið eina góða avtalu við Kommunusamskipan Føroya, sum staðfestir, at hetta er arbeiðið, sum gjaldast skal fyri. Vit hava ikki ætlanir um at krevja hægri løn fyri hetta, tó at hetta sjálvandi er ein sáttmálaspurningur, soleiðis er tað við øllum sáttmálum, sigur hon.
? Vit fegnast um at síggja, hvussu væl tað nú gongur á skúlunum í størru kommunum, og harmast samstundis um, at skil ikki kann fáast á øllum skúlum ? sum sostatt liggja lamnir av berum treiskni, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.
::::MYNDATEKSTUR:::
? Tað er ófatuligt, at Kommunufelagið soleiðis velur at leggja skúlarnar lamnar, tí hetta snýr seg ikki um nógvar pengar, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta Petersen