Áleið tað sama útgoldið í august

Í august mánaða vóru 515 mió. kr. útgoldnar í lønum. Hetta er áleið tað sama sum í august í fjør. Seinasta hálva árið hevur afturgongdin í lønargjaldingunum ligið um 4%. Nú lønargjaldingarnar fyri august eru gjørdar upp, sæst at afturgongdin higartil í ár, framvegis er um 4%.

Kvinnurnar hava framgongd

Higartil í ár, hava lønargjaldingarnar til konufólk verið 1,5% størri, samstundis sum lønargjaldingarnar til mannfólk hava verið 7,6% minni. Orsøkin er stóra afturgongdin í fiski- og byggivinnuni, har tað í høvuðsheitum starvast mannfólk.

Kvinnurnar hava støðugan javnan vøkstur.

Verður hugt eftir 10 ára tíðarskeiðnum 1999 til 2008, sæst at mesti vøksturin í lønargjaldingunum er hjá kvinnunum. Síðan 1999 eru lønargjaldingar til kvinnur vaksnar 82% og hjá mannfólki 56%.

Tað sæst eisini, at í tíðarskeiðnum 2002 til 2005 var ongin lønarvøkstur hjá mannfólkunum, meðan vøksturin hjá kvinnunum var eins høgur og vanligt.

Í 1999 var bert triðja hvør lønarkróna útgoldin til kvinnur, men 10 ár seinni, var lutfallið broytt, soleiðis at kvinnurnar nú fáa nærum 40% av útgoldnu lønini, skrivar Hagstovan.