Leingja bryggjuna á Eiði

Avtalað varð mikudagin undirskrivað millum Eiðis kommunu og Articon, sum skal leingja bryggjuna við 60 metrum Tað er neyðugt við størri atløguplássi á Eiði. Tað heldur bygdarráðið á Eiði. Á bygdarráðsfundi 20. juni varð samtykt at skriva sáttmála við Articon um at gera arbeiðið. Tað fevnir um at leingja atløgubryggjuna 60 metrar eystureftir.

Sáttmálin varð undirskrivaður mikudagin í hesi vikuni. Prísurin fyri arbeiðið er 4.666.400 krónur.

Hetta er onnur stóra íløgan, sum bygdarráðið á Eiði hevur samtykt at fara undir í summar. Á bygdarráðsfuni 20. juli varð samtykt at fylla grót í Hólman við tí endamáli at byggja fótbóltsvøll. Tað arbeiðið verður fíggjað við innistandandi og lántøku upp til 10 milliónir krónur, veit heimasíðan hjá Eiðis kommunu at siga.