- Í kvøld dansa míni arr, segði Lena Anderssen, tá Poula Michelsen frá Føroya Banka handaði henni heiðurin fyri bestu útgávuna ?Let Your Scars Dance?
- Men eg vil hava Niclas upp á pallin eisini, tí hann eigur eisini sín heiður av hesum, segði Lena Andersen, og maður hennara, Niclas Johannesen var skjótur at svara: Vit eru OYTT! Og rætt er tað, tí sera dugnaligi lagasmiðjurin eigur uttan iva sín lut í verkinum hjá teirri sera dugnaligu songkvinnuni, Lenu Anderssen.
Um útgávuna Let Your Scars Dance skrivaði Niels Uni Dam í tilnevningini, at ?tað hoyrist á Let Your Scars Dance, at Lena og Niclas eru ment á nærum øllum økjum.
Nógvu konsertirnar og miðvísa arbeiða hjá fremstu føroysku tónleikahjúnunum hoyrist aftur á hesari frálíku útgávu, ið er nógv tað besta, ið nakar av teimum hevur latið úr hondum. Hetta er ein gjøgnumførd tónleikaframleiðsla: væl skrivaði løg, fínir tekstir, væl sungið, væl spælt og oman á alt, so er tað eisini væl framleitt og ljóðblandað.
Fløgan ljóðar organisk og livandi, og endiliga sleppur man at uppliva dýpdina, ið løgini og røddin hjá Lenu hava á konsertum, endurskapta á fløgu.?