KONSERT
Marknaðarføringin var greið. Um ikki tann allarbesti í heiminum, so er hann í øllum førum heimsins besti brasilianari. Hesin Egberto Gismonti, sum eftir heppin tøk var fingin til okkara part av heiminum.
Uttan at siga nakað um atgongumerkjaprísin, so skuldi hetta so sanniliga eisini hava nakað at bjóða uppá. Hetta skuldi av røttum vera meira enn bara gott.
Solo
Eftir nøkur orð frá føroyska innslagnum, Edvardi Nyholm Debes, setti Egberto Gismonti uttan nakað hóvasták seg við klaverið og byrjaði beinanvegin at spæla. Allur tónleikurin uttan tað eina lagið hevði Egberto Gismonti sjálvur skrivað.
Tað var meira tónleikurin enn nakað show, ið eyðkendi kvøldið. Tað gretti so at siga ikki frá Gismonti alt kvøldið. Hann lat tónleikin tala. Tað einu ferðini kundi hann eftir øllum at døma ikki halda sær, men lat áhoyrarnar vita, hvussu fegin hann var at verða boðin higar.
Av og á tók Edvard Nyholm Debes fatur í mikrofonina og greiddi frá, hvat fór at henda.
Væntandi dialogurin millum tónlistarliga úrmælingin og áhoyrarnar skapti eina fjarstøðu millum partarnar, ið ikki átti at verið til staðar.
Líka so friðarligur sum atburðurin hjá Gismonti var eisini tónleikurin frá byrjan. Yndisligt og vakurt spæl fyri at seta fjøldina, ið kundi skoða nógvar tómar stólar í høllini í Norðurlandahúsinum, fast í setrið.
Gismonti spælir bæði klaver og gittar. Verkini eigur hann øll sjálvur. Tá hann hevði spælt seg heitan byrjaði streymurin av innviklaðum tónleiki at floyma frá honum. Hansara verk og spæl kunnu fáa sjálvt tann mest illviljandi til at opna seg. Í fleiri av klaver og onkrum av gittar verkunum kundi tú hóma lívgandi brasilianskar rýtmur sum eitt slag av grund undir tí alt meira bragdliga spælinum.
Uttan at siga eitt orð skifti hann frá klaverinum til gittaran, ið hevði tíggju streingir. Tað var ikki show fyri eyguni, men list fyri oyruni. Hóast einsamallur tóktist stóri pallurin ongantíð meira fyltur, enn tá Gismonti opnaði ein higartil í Føroyum dulda tónleikaverð.
Duel
Brasilianski úrmælingurin hevði eisini síni fólk, ið hann savnaði saman í Danmørk til ein festival fyri ikki so langari tíð síðani.
Mannningin taldi heldur ikki hvønn sum helst. Fyriuttan føroyska Edvard Nyholm Debes var manningin hendan: Flemming Agerskov, Anders Banke, Jacob Holm, Jonas Johansen og Marie Louise Schmidt. Allar framúr dugnaligir, útbúgnir og viðurkendir danskir tónleikarar.
Fyriuttan at spæla saman ? bæði við og uttan Gismonti ? fingu tey eisini hvør sína duet við Gismonti. Vil tó heldur kalla tað fyri eina duel. Royndi Gismonti, ið varð føddur í 1947, er kringur við sínum ljóðførum, og serliga gittarleikarin Jacob Holm slap at royna seg í einum rættiligum ?showdown?, har Gismonti allatíðini varðveitti eitt forhánisligt eygnakast í fullkomnari kontrol yvir støðuni.
Bólkurin, ið kanska ikki var so væl samanspældur, hvíldi í sínum persónligu dygdum. Serliga Anders Banke, ið spældi á fleiri ljóðførum, skaraði framúr. Hví hann valdi at spæla fyri fólki í joggingbuskum og venjingarskóm verður verandi ein gáta.
Spæligleðin var til staðar. So nógv, at tú til tíðir føldi teg vera part av einari jam-session av onkrum slag, har tey heldur ikki royndu at pynta útyvir smáfeilirnar. Heldur ikki var nakað skeivt í at møta upp í t-shirt til eina av høvuðskonsertunum á listastevnuni, eftir teirra tykki. Men so er tað heldur ikki á hvørjum degi, at tú sleppur at framføra saman einum manni sum Egberto Gismonti.
Ein maður hvørs tónlistarligu dygdir staðfesta, at talan er um heimsstøði á einari føroyskari listastevnu.