Kim Simonsen
Bruce Willis ella John McClane er komin aftur, hann hava vit sæð fyrr sum løgreglumann í Die Hard filmunum, ið hava skriva filmsøgu innan actionfilmin í okkara tíð.
Hesuferð roynir McClane at halda skil á teenage dóttrini Lucy, sum onnur ung so er hon farin at gera uppreistur.
Sama dag, 4. juli, sum er amerikanski tjóðardagurin, skal hann handtaka unga teldusnýkin Matt Farrell (Justin Long), men tá fer alt í sorl og støðan gerst hættislig kring alt landið.
Tjóðardagin hava yvirgangsfólk sett sær fyri at leggja alla orkuveiting lamna, og alt landið er farið í svart. Bakmaðurin er Thomas Gabriel (Timothy Olyphant), men tað hann ikki veit, er at ein gamaldags løgreglumaður, sum McClane er farið eftir honum og so er tað ikki stuttligt at vera yvirgangsmaður.
Bruce megastjørna
Tað var við fyrstu Die Hard filmunum frá 1988, at Bruce Willis gjørdist ein superstjørna. Her kom ein heilt nýggj actionhero fram, ið var harðari enn hinir, sum eisni hevði humor og júst hetta gjørdist kult innan amerikanska filmmentan.
McClane er ikki nakar Rambo ella ein dreparamaskina sum Terminator, hann er bara ein vanligur ”cop”, ein løgreglumaður við stórum trupulleikum við mynduleikum, við ekskonum og við lívinum annars, sum at enda fær nokk og ikki vil yvirgeva seg.
Nú er Bruce eldri, men hann er líka so harður og djarvur sum fyrr. Die Hard 4 er líka so feitur sum hinir.
4 stjørnur av 6
Leikandi:
John McClane Bruce Willis
Thomas Gabriel Timothy Olyphant
Matt Farrell Matt Farrell
Mai Maggie Q
Leikstóri Len Wiseman. Frumframførdur í Havnar Bio 29. juni. 129 minuttir. Aldursmark 15. ár.