Ummæli ??????
Bókadeild Føroya Lærarafelags
Við landaplágunum »Slikk Sjúk«, »Lort í Býin«, »Púra Vekk«, »Eg eri sum eg eri« og »Strok-sangurin« er Lort í Býin uttan iva vorðið best umtókta barna konseptið, vit hava sæð í longri tíð nú. Og tað gleðir meg. Vit hava nevniliga mangul á uppdateraðum tilfari til børn, sum kann menna og læra á ein virðiligan hátt. Uttan at útnytta barnanna naivu loynivitsku við tilvitaðari reklamering av stuðlum og líknandi.
Virðiligt input
Tað hevur nevniliga stóran týdning, at tilfarið, ið verður borðreitt fyri børnum er gott. At tað er tilfar, sum hevur ein positivan og læruríkan boðskap og er gjøgnumført í konsepti. At mann sum vaksin vísir børnum virðing og gevur teimum ordiligt input ígjøgnum upalingina. Tí tað er har okkara skynsemi byrjar at útviklast – í barnaárnunum – og skulu vit gerast skynsom vaksin, mugu vit sum børn fáa góðsku borðreidda.
Lort í Býin er ordiligt input. Tað eru vaksin, sum eftir mínum tykki megnað at gera barnatilfar, ið kann hava positiva ávirkan á uppvøkstur hjá børnum. Ikki bara tí at tað er innihaldsríkt og vigar tungt á góðskuskálini. Vøran sjálv er eisini somikið væl framleidd og gjøgnumførd, at eg trúgvi, at hon kann virka til at geva børnum betri innlit og betri sans fyri góðsku, tá tey so smátt gerast vaksin.
Einki nýtt at bera
Eitt er so tað, at vøran er á høgum støði. Nakað heilt annað er, at tónleikurin er øgiliga hoyrdur og typiskur. Arrangement, kórrøddir og programmeringar hava avgjørt ikki nakað nýtt at bera og sjálvur tónleikurin er lítið áhugaverdur. Men hevur tað nakað at siga, um mær dámar ljóðið ella ikki? Fløgan skal ikki bróta míni mørk og listarliga provokera meg. Fløgan skal virka sum undirhald og vegleiðing til børn. Og tað ger hon til eitt UG.
Møtast á miðjuni
So hvat skal eg geva henni? Hvønn karakter hevur hon uppiborið? Vanligt hevði klishe-arrangement og óoriginalitetur hálað minst tvær ella tríggjar stjørnur niður. Men kann tað hála niður á einari barnafløgu, sum slett ikki er gjørd til mín?
Ja og nei. Hetta konseptið umboðar nakað heilt annað enn tað tónlistarliga, ið eg plagi at taka støði í, tá eg ummæli, men á hinari síðuni er tað eisini eg, sum nú skal siga mína meining. Og tað er tí eg velji at lata úrslitið møtast á miðjuni og gevi Lort í Býin fýra stjørnur.
_____________________________
Ringitónar av Lort í Býin og Strok-sanginum kunnu heintast niður av heimasíðuni strok.net
Fløgan fæst til keyps kring landið.
_____________________________