Skurðviðgerðin varð framd á Rikshospitalinum í Oslo, og sambært sjúkrahúsinum hevur hon higartil eydnast væl.
Mette-Marit, sum hevur kronisku lungnasjúkuna lungnafibrosu, verður verandi innløgd í fleiri vikur. Tað er vanlig mannagongd eftir eina slíka skurðviðgerð, so læknarnir kunnu tillaga heilivágin, fylgja við møguligum trupulleikum og seta í verk endurvenjing.
Haakon krúnprinsur fer komandi vikurnar at laga almennu arbeiðsætlan sína, so hann kann vera saman við konu síni.
– Vit eru sera fegin um, at alt higartil hevur gingið væl, sigur Arnt Fiane, deildarleiðari fyri lungu- og hjartaskurðviðgerð á Rikshospitalinum í Oslo.
Lungnaserfrøðingar í Noregi vísa samstundis aftur gitingum um, at krúnprinsessan skuldi hava fingið serviðgerð. Sambært teimum er útveljingin til lungnatransplantatión sera strong, og eingin verður settur fram um onnur í bíðirøðini.
Mette-Marit, sum er 52 ára gomul, fekk staðfest lungnafibrosu í 2018. Fyrr í ár varð greitt, at sjúkan var versnað so nógv, at hon varð sett á skundlistan til lungnatransplantatión.










