Álvarslig djórasjúka staðfest í Føroyum - kann smitta fólk

Álvarsliga djórasjúkan, leptospirosa, er nú staðfest hjá tveimum hundahvølpum í Føroyum.

Tað sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í kvøld.

Hvølparnir eru úr somu løgu og tí at rokna sum ein tilburður.

Hetta er fyrsti tilburðurin, sum er staðfestur í Føroyum, men kanska verða eun ella ella tveir tilburðir afturat staðfestir hesar næstu, fáu vikurnar.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at hóast hetta kann tykjast eitt sindur ógvusligt, er einki sum týður á, at støðan er verri her enn í londunum uttan um okkum.

Illgruni hevur verið um, at Leptospirosa er í Føroyum, eftir at hundahvølpar nýliga hava víst sjúkueyðkenni, ið eru sermerkt fyri sjúkuna.

Royndir vórðu sendir til Danmarkar, og nú hava so tær báðar fyrstu royndirnar víst, at talan var leptospirosa, hesir hvølparnir høvdu.

Í eini felags fráboðan mikukvøldið, vístu Landslæknin og Landsdjóralæknin á, at sjúkan kann smitta fólk.

Sjúkueyðkenni fyri leptospirosu hjá fólki eru ofta ikki eyðkend og kunnu minna um beinkrím.

Ofta er sjúkuteknini høgur fepur, høvuðpína, reyðsprongd eygu og vøddapína, serliga í leggjum og um lendar.

Í álvarsomum førum sæst Weils sjúka, har serliga livur og nýru eru ávirkað.

Hevur nakar illgruna um sjúku verður mælt til at venda sær til lækna.

Sjúkueyðkenni hjá hundi kunnu vera at hundurin vil ikki eta, spýr og hevur ilt í búkinum og fepur. Eisini sæst gulsótt.

Vísir ein sjúkueyðkenni verður mælt til at venda sær til djóralækna.

Fyri at verja seg fyri smittu, verður fyrst og fremst mælt til at halda vanligt reinføri.

Tað vil at vaska sær um hendurnar, eftir at man hevur handfarið hundin, serliga áðrenn man fer at eta.

Serliga skal ansast eftir ikki at fáa nakað á seg, tá ið man turkar skarn og land upp eftir t.d. hvølpum og hundum. Tí verður mælt til at brúka handskar, og vaska sær væl um hendurnar aftaná.

Hundaeigarar eiga serliga at ansa eftir, at hundarnir ikki drekka av skitnum hyljum ella koma at vatni, sum kann vera dálkað við kloakk.

Mælt verður staðiliga frá at lata hundar ganga uttan eftirlit.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir eisini til at koppseta hundar, sum eru nógv saman við øðrum hundum, eitt nú til kappingar, framsýningar og venjingar.

Men samstundis verður víst ,at at tað er umráðandi ikki at koppseta óneyðugt, tí koppsetingarevni kunnu eisini hava hjáárin, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Savnsmynd.