Álvur er keypmaður, og hann hevur eisini á so mangan annan hátt verið við til at mynda heimstaðin.
Foreldrini vóru Sigurd Klakk, sum var ættaður úr Klaksvík, og Anna Malena fødd Matras og ættað úr Follindi á Viðareiði. Tey fingu trý børn. Álvur er elstur. Kirstin Matras, sum er fødd í 1938, giftist niður til Suðurjyllands, har hon tey fyrstu árini var bóndakona, og Odny Matras, sum er fødd í 1941, giftist yvir til Seattle í USA.
Álvur hevur verið í handilsumhvørvinum alla sína tíð. Abbin, Óli í Skúla, fór at handla í 1904 í hølunum, sum í Klaksvík verða nevnd hjá Óla Gaard. Seinni flutti hann út í Klaksvík, har teir frá fyrst í tríati árunum eisini høvdu mjólkavirkið, sum nevndist Norðoya Mjólkafelag. Har var eisini avgreiðslan hjá Smyrli. Bæði pápi og pápabeiggi Álv vóru í fyritøkuni.
Í 1958 fór Álvur at starvast í krambúðini hjá J. Michael Jacobsen heimi í Vági. Har var hann inntil í 1962, tá ið hann fór á keypmansskúla í Keypmannahavn. Eftir at hann í 1963 var afturkomin, arbeiddi Álvur eitt skifti hálva tíð hjá J. Michael Jacobsen og hin partin av tíðini í familjufyritøkuni. Pápin yvirtók handilin i 1967, og síðani var tað Álvur, sum tók við ábyrgdini.
Eftir at Álvur hevði yvirtikið handilin, bygdi hann um og út fleiri ferðir, og handilin vaks nógv. Álvur hevur verið sera nærlagdur og íðin og raskur handilsmaður. Eitt nú var handilin hjá honum, sum seinni árini hevur borið navnið Netto, kendur fyri at vera ein tann fyrsti á hvørjum ári at hava ræst kjøt og avroð og nakað seinni á heystinum at hava turt kjøt til sølu. Álvur keypti heilar gongur ymsa staðni kring landið, og hann stóð sjálvur fyri flettingini og upptøkuni. Hetta hevur hann lagt nógva orku í, og tað hevur verið vørumerkið hjá handlinum, at eisini hesar vørurnar skuldu vera fyrsta floks. At kundarnir hava verið trúgvir, hevur verið gott skoðsmál.
Álvur hevur altíð verið sera áhugaður í samfelagsviðurskiftum. Áhugan fyri politikkinum hevur hann arvað frá forfedrunum. Abbin á faðir síðuni, Óli í Skúla, umboðaði í mong ár Sambandsflokkin á tingi. Mammubeiggin, Jacob Johannes Matras á Viðareiði, var tingmaður fyri Sjálvstýrisiflokkin í Norðoyggjum 1928-1932. Álvur umboðaði Sjálvstýrisflokkin í Klaksvíkar býráð nøkur ár fyrrapartin av sjeyti árunum, og 1981-1988 sat hann í skúlanevndini.
Í 1965 varð Álvur Klakk valdur í umsjónarráðið fyri Norðoya Sparikassa, og hann er framvegis nevndarlimur. Tey, sum hann hevur samstarvað við, bera Álvi, at hann hevur verið sparikassanum sera dyggur stuðul.
Álvur Klakk giftist í 1965 Elsy fødd Gaard og ættað úr Oyndarfirði. Hon er fødd 27. juli í 1937. Elsy og Álvur búgva úti í Klaksvík og harvið í umhvørvinum, sum Álvur hevur livað í so at siga alla sína tíð. Elsy og Álvur eiga trý børn. Anni, sum er fødd í 1966, býr í Syðrugøtu, Sjúrður, sum er føddur í 1967, býr í Klaksvík, og Karin sum er fødd í 1971, býr á Viðareiði. Álvur eigur fimm abbabørn.
Álvur eigur hús á Viðareiði, og har hava honum og konuni dámað væl at verið, tá ið tey hava hildið frí.
Álvur spældi í nógv ár fótbólt í KÍ, har hann var tryggur bakkur og fastur brotssparksskjútti. Hann hevur verið við til at vunnið nógv meistaraheiti. Í 1952 var hann á dreingjaliðnum, sum vann FM, og í 1953 og 1954 var hann á meðaldeildarliðnum, sum var meistari. Hesi árini var hann eykamaður á meistaradeildarliðnum, sum hevði vunnið FM í 1952 og aftur vann í 1953 og 1954. Fyrsta árið, Álvur var fastur maður á 1. liði, var í 1955, og hann var við til at vinna FM í 1956, 1957, 1958 og í 1961.
Álvur hevur verið uppi í nógvum felagslívi í Klaksvík. Frá miðskeiðis í fimmti árunum og inntil hann fór niður í skúla, var hann kassameistari hjá KÍ. Hann hevur verið ein av høvuðsmonnunum í Klaksvíkar Bridgefelag í mong ár, og hann hevur verið limur í Klaksvíkar Dansifelag, síðani tað varð stovnað. Teir eru fleiri, sum í sambandi við at teir eru farnir undir egið virki, hava kent ágóðan av vegleiðing og hjálpsemi frá Álvi Klakk.
Føðingardagin helt Álvur á Viðareiði saman við sínum næstu.J