Møguligar heimsstjørnur

Boys in a Band úr Eysturoynni gjørdust heimsins besti nýggi bólkur, tá teir vunnu GBOB finaluna. - Teir kunnu saktans gerast nýggjar heimsstjørnur,sigur Sunneva H. Eysturstein - Hetta høvdu vit als ikki væntað, sigur Símun Skorastein, sum er bassleikari í Boys in a Band. Hann greiðir frá, at hvør bólkur bert fekk heilt stutta spælitíð, men tað gekk sera væl hjá Boys in a Band. ? Vit hugnaðu okkum veruliga á pallinum, og tað gekk ómetaliga væl. Eg vænti, at tað var tað, sum gjørdi, at vit vunnu. Og so hava vit eisini nakrar ótrúliga góðar sangir, sigur Símun.

Hann sigur, at teir framvegis ikki hava tosað við nakran frá kappinigni aftur, og at teir tí framvegis ikki vita nakað um, nær stóra konsertferðin kring knøttin byrjar.

Men fyri peningin, sum teir eisini vunnu sær í gjárkvøldið, ætla Boys in a Band m.a. at geva okkurt út.

Sunneva Háberg Eysturstein er verkætlanarleiðari av GBOB Føroyar. Hon samanber henda sigurin hjá Boys in a Band við at vinna heimsmeistaraheitið í fótbólti.

- Hetta er tað størsta sum kann henda einum so nýggjum bólki, og hetta letur nógvar dyr upp fyri teimum. Um teir spæla kortini rætt, kunnu teir koma sera langt innan altjóða tónleik. Eg meti, at teir saktans kunnu gerast altjóða stjørnur, sigur Sunneva.

- Eg vænti eisini, at hetta fer at hava sera positiva ávirkan á føroyskan tónleik sum heild, og at ein dominoeffekt nú fer í gongd. Harumframt er hetta er ein sonn uppreisn eftir vánaliga PISA úrslitið, sigur Sunneva Háberg Eysturstein við einum smíli.