Marita og liðfelagarnir góvu meistaraliðnum skarpan gang

Nykøbing Falster var á odda móti Team Esbjerg í steðginum

Yvir 1.600 áskoðarar vóru mikukvøldið møttir í SPAR NORD Boxen høllini í Nykøbing Falster fyri at síggja Maritu Mortensen og liðfelagarnar í Nykøbing Falster spæla dyst móti meistaraliðnum, Team Esbjerg.

 

Nykøbing Falster gav sterka liðnum úr Esbjerg ein skarpan gang. Í steðginum var heimaliðið á odda 16-14. Í seinna hálvleik vísti Esbjerg tó hví tær eru verandi meistararnir, og vunnu gestirnir at enda dystin 31-29. 

 

Marita var noterað fyri tvey mál og somuleiðis tvey upplegg til mál.

 

Nykøbing-Falster hevur fýra stig fyri tríggjar dystir.