Martin í Onglandi

Eftir eina góða byrjan, er føroyameistarin Martin Poulsen steðgaður eitt sindur upp í Hastings Challengers. Bert eitt umfar restar í

Talv

Síðani summar hevur Martin luttikið í kappingum uttanlanda. Higartil bert við góðum úrslitum. Hann hevur tó ikki verið tætt við nakran IM-norm. Hann stríðist manniliga víðari móti málinum, og í løtuni er hann um at leika seinasta leik í siðvondu kappingini í Hastings, England. Átta umfør eru leikt, og níggjunda umfar bleiv telvað eftir evstamark, mánadagin.
Martin luttekur í opni kappingini, ið kallast Hastings Challengers. Eisini verður ein lukkað tíggjumans kapping telvað samstundis. Danin Peter Heine Nielsen vann í fjør somu kapping, men í ár livur hann als ikk upp til favorittrolluna. Hann hevur einans 50% skoru. Eftir talvið hjá honum í áttanda umfari, sum er við í blaðnum, kann Peter Heine ikki blanda seg í topp trý.

Kalt í nýggja árinum
Hastings byrjaði 27. desembur, og endaði mánadagin 5. januar. Tað gekk væl hjá Martini í fyrru helvt í desembur mánaða. Men í 2004 hevur ikki gingið til vildars hjá føroyameistaranum úr Havnini. Mangir javnleikir móti lægri mótstøðu hevur viðført, at Martin ikki sleppur úr miðjuni, samstundis sum hann ikki sleppur at royna seg ímóti heilt sterkari mótstøðu.
Martin leikti í áttanda umfari javnt móti einum 2000-telvara og í seinasta umfarinum hittir Martin einum 2100-telvara. Um hann vinnur hetta seinasta talv, heldur hann nøkunlunda ratingina. Talan er tí ikki um nakra serstaka ringa kapping, men í øllum um førum um eitt úrslit, ið Martin ikki er nøgdur við. Kenna vit hann rætt.

Feskasti altjóða styrkilistin
Altjóða talvsamgongan FIDE hevur júst kunngjørt seinasta styrkilistan. Garry Kasparov eigur framvegis trygt fyrsta pláss á listanum. Nítjan ár á rað hevur hann verið talvkongurin yvir øllum. Tað varð nevnliga í januar 1985, at Kasparov fór framum Karpov á ratingslistanum, og síðani hevur eingin megnað at tikið hann aftur! Kasparov leikti við í EM fyri lið í novembur, og vann hann sær eitt ratingstig fyri ómakin.
Størsta lopið gjørdi Peter Svidler, ið nú er á einum fjórða plássi. Eisini Alexander Morozevich hevði góð úrslit í heyst. Føroyavinurin Ivan Sokolov er fyri fyrstu ferð omanfyri 2700! Judit Polgar vinnur sær framvegis fleiri ratingstig, og hevur nú telvað seg heilt fram til eitt áttanda pláss.
Fyrrverandi heimsmeistarin, 52 ára gamli Anatoly Karpov, er fyri fyrstu ferð síðani umleið 1970 uttanfyri topp 20 í heiminum. Hann eigur nú nevnliga 21. plássið á styrkilistanum.
Til samanberingar er fremsti føroyingurin John Arni Nilssen nr. 1399 í heiminum við sínum 2426 altjóða ratingtali.

Topp 20 í heiminum 1. januar 2004:

1Kasparov, Garry(RUS)2831
2Kramnik, Vladimir(RUS)2777
3Anand, Viswanathan(IND)2766
4Svidler, Peter(RUS)2747
5Shirov, Alexei(SPA)2736
6Topalov, Veselin(BUL)2735
7Morozevich, A(RUS)2732
8Polgar, Judit (UNG)2728
9Ponomariov, Ruslan(UKR)2722
10Leko, Peter(UNG)2722
11Adams, Michael(ENG)2720
12Grischuk, Alexander(RUS)2719
13Ivanchuk, Vassily(UKR)2716
14Bareev, Evgeny(RUS)2714
15Gelfand, Boris(ISR)2709
16Sokolov, Ivan(HOL)2706
17Short, Nigel D(ENG)2702
18Malakhov, Vladimir(RUS)2700
19Akopian, Vladimir(ARM)2693
20Dreev, Alexey(RUS) 2682