Miðlar: Evropa ger eina ætlan fyri Hormuzsundið

Macron er vertur fyri ráðstevnu í París í morgin, sum skal "endurstovna siglingarfrælsið í Hormuzsundinum".

Myndir: AFP/Ritzau Scanpix

Evropeisk lond gera eina ætlan fyri, hvussu tey kunnu tryggja skipaferðsluna gjøgnum Hormuzsundið.

Tað upplýsa ónevndir embætismenn fyri blaðnum Wall Street Journal.

Ætlanin fevnir eisini um at stuðla við minusveiparum og øðrum hernaðarskipum til at taka burtur minur í týðandi sundinum.

Hetta verður tó ikkio fyrr enn kríggið er av, skrivar blaðið.

Í løtuni er ein fyribils vápnahvíld í tvær vikur í gildi.

Ætlanin fevnir um eina røð av londum - tó ikki USA, Ísrael ella Iran, sum eru partar í krígnum, sum førdi til, at Hormuzsundið varð stongt.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, skrivaði fyrr í dag á X, at Frakland og Bretland eru vertir fyri ráðstevnu í París fríggjadagin.

Tað snýr seg um "at endurreisa siglingarfrælsið í sundinum, tá trygdarumstøðurnar loyva tí".

Ráðstevnan fer at savna lond, sum ikki eru beinleiðis við í ósemjuni í Iran, til fundir umvegis videoleinkju.

Í innleggi sínum á X mælir Macron eisini til, at samráðingarnar millum USA og Iran skulu takast uppaftur skjótast gjørligt.

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, stóð á odda fyri eini sendinevnd, sum um vikuskiftið hitti iranskar semingsmenn í pakistanska høvuðsstaðnum, Islamabad.

Samráðingarnar endaðu tó uttan avtalu - og eisini uttan gjøgnumbrot beinanvegin.

 

/Ritzau/

 

 

Myndir: AFP/Ritzau Scanpix