Minst 8.300 flóttafólk til Danmarkar

Danska ríkisløgreglan metir, at 8.300 flóttafólk eru komin til Danmark síðstu hálvaaðru vikuna.

Tað byrjaði við nøkrum fáum flóttafólkum úr Sýria, ið komu til Rødbyhavn við bátinum frá Puttgarden næstseinasta sunnudag. Tey vórðu tó skjótt fylgd av nøkrum hundrað fleiri, og seinastu dagarnar tykist, at streymurin av flóttafólkum ongan enda tekur.


Í dag, tíggju dagar aftaná at tey fyrstu flóttafólkini komu, metir ríkisløgreglan at í minsta lagi 8.300 flóttafólk eru komin úr Týsklandi til Danmarkar. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan í kvøld.


Tað er heldur einki, ið bendir á, at talið av flóttafólkum minkar, tí í gjár var talið av flóttafólkum 7500. Tað vil siga, at 800 nýggj flóttafólk eru komin til Danmarkar síðsta døgnið.


Løgreglan viðurkennir tó, at tølini ikki eru heilt eftirfarandi, tí í tráð við Schengen-avtaluna, so kann løgreglan einans kanna eitt avmarkað tal av tokum og bussum, ið koyra tvørturum markið. Sostatt er talið helst størri í veruleikanum.


- Talið er grunda á ítøkiligar eygleiðingar í samband við kanningar av útvaldum ferjum, tokum, bilum og bussum, so man má lesa tað sum eitt minimumtal, skrivar Ríkisløgreglan.


Sambært Ritzau, so boðaði løgreglan leygardagin frá, at tey fóru at steðga at gera metingar um hvussu nógv flóttafólk komu til landið, tí talan einans var um eina meting. Tað varð tó av ongum, tá løgmálaráðharrin, Søren Pind, álegði teimum at halda fram við uppteljingini.