Mitsubishi Canter ? kranabilur til lítla koyrikortið

Mitsubishi Canter verða gjørdir í nógvum útgávum, til dømis sum kølivognar, vanligir kassavognar, sement blandarar, sleipibilar, lastbilar við vippu, renovatiónsbilar og bingjubilar.

Magnus Gunnarsson



Canter FE531E

Hesin er Canter FE531E, er tann minsti í Canter røðini, sum fæst í ymiskum støddum og til ymisk endamál. Tað sum er áhugavert við hesum lastbilinum er, at hóast hann hevur krana, er hann ikki størri enn at hann kann koyrast við lítla koyrikortinum.

Eginvektin er 2550 kg og mesta last er 950 kg, so totalvektin er 3500 kg.


2.8 turbodiesel

Mitsubishi Canter verður gjørdur í støddum frá 3,5 tons til 6,3 tons totalvekt. Hann fæst eisini við dupultari kabinu. Bilurin er sera snøggur, bæði innan og uttan, og er góður at koyra. Motorurin á hesum bilinum er ein 4 syl 2.8 litur turbodiesel, meðan tann størri motorurin er 3.9 litur. Innan er hann sum ein persónbilur, har alt situr har tað skal, og er lætt at handfara. Frá bilasøluni hjá Ivan Johansen verður sagt at Mitsubishi Canter eru kappingarførir í dygd og prísi, og áhugaði eru vælkomin at fáa eitt óbindandi tilboð, alt eftir hvat bilurin skal brúkast til.