Mjørkin argar

Fyrsti FM kappróðurin í ár verður seinnapartin á Norðoyastevnu í Klaksvík. Fyrsta startskotið í fyrsta FM róðrinum verður at hoyra klokkan 13, og tað verður søguligt. Orsøkin er tann, at hetta verður fyrsta ferðin nakrantíð, at tað verður farið undir FM kapping í barnaróðri. Barnaróðrarnir vera frá kl. 13 til 15.

Líkindini at rógva kapp á vánni í Klaksvík eru góð. Hann er lágur í ættini og vindferðin er lítil og eingin, og harvið er tað slætt á vánni.

Á Norðoyastevnu verður róð á 1000 metrum og á 1500 metrum. Tað sæst tvørtur um róðrarøkið, men mjørkin er so mikið tjúkkur, at tað nú á middegi rættuliga ávirkar sýnið út og inn eftir vánni. Í løtuni hevur tað eisini hug at kennast úr honum.

Hann er landsynningur í ættini. Danska veðurstovan sigur, at hann skal støkka niður í sunnan og seinni í útsynning, og at hitin verður millum 7 og 10 stig.