MonkeyRat á konsertferð

Bólkurin MonkeyRat fer komandi dagarnar á konsertferð kring landið saman við øðrum bólkum. Mikudagin 21. Juli spælir MonkeyRat í perluni í Havn saman við Synarchy, Heljareyga og Hamferð. Hósdagin er konsert á Seglloftinum á Tvøroyri við MonkeyRat og Heljareyga, og fríggjadagin spæla MonkeyRat og Heljareyga í Atlantis í Klaksvík.

MonkeyRat er serstakur bólkur, ið er mannaður við frálíka bassleikaranum Arnold Ludvig og Onnu Iacina, sang/rapp. Tónleikurin er serstakur við bassgrundaðum tónum og verður rappað afturvið. Eitt sindur ringt at eyðmerkja tónleikin, men fløgan, sum MonkeyRat gav út fyri tíð síðani, er væl móttikin, so føroyingar kenna tónleikin hjá MonkeyRat. Prógv um hetta er, at fløgan hevur verið umboðað á 15 teim Bestu í Kringvarpinum, og at lagið hevur ligið alla sína tíð út og nú fer av listanum, tí at tíðaravmarkng er á, hvussu longi eitt lag kann vera á listanum.

MonkeyRat er eisini kent í Danmark, har limirnir í bólkinum búgva. Í Føroyum hava tey bæði Aronld og Anna spælt á eittnú G!, og hava fingið hjálp frá dugnaligum føroyskum tónleikarum.