Úrslitið eftir skatt var 120,4 milliónir krónur samanborið við 88,9 milliónir krónur árið fyri.
Nettosølan vaks samstundis úr 607,9 milliónum krónum upp í 835 milliónir krónur.
Í frágreiðingini sigur leiðslan, at ársúrslitið verður mett at vera nøktandi.
Mowi hevði eisini metstóra tøku í fjør við útvið 15.000 tonsum av laksi.
Felagið gjørdi íløgur fyri góðar 48,9 milliónir krónur í 2025.
Sambært frágreiðingini verður heimsmarknaðurin fyri aldan laks mettur at vaksa komandi árini, og føroyska framleiðslan hjá Mowi verður lýst sum støðug, hóast tøkunøgdin sveiggjar frá ári til ár.
Felagið upplýsir eisini, at smolt í 2026 verður sett út á Sandsvági, í Haldórsvík og í Fossá.
Mowi leggur dent á, at høvuðsavbjóðingin framhaldandi verður at varðveita eina sjúkufría framleiðslu við lágum framleiðslukostnaði og góðari góðsku.
Í ársfrágreiðingini verður eisini víst á, at fyritøkan arbeiðir við ymiskum granskingar- og menningarverkætlanum, millum annað royndum at ala í meira harðbalnum økjum í Føroyum.












